Donald Trump kláraði seg betur fyrstu løtuna, men sum kjakið leið í nátt, vendi Hillary Clinton skútuni og vann ein sannførandi sigur við nøkrum skørpum álopum seinastu minuttirnar.
Seinastu vikurnar hevur munurin millum Hillary Clinton og Donald Trump minkað í stórum. Fyri góðum mánaði síðani, lá Hillary Clinton væl á odda, bæði í landsundirtøku málda í prosentum, og í væntaða talinum av valmonnum.
Vikuskiftið 9. til 11. desembur vendi rákið tó. Fyrst hevði Hillary Clinton hevði nakrar minni hepnar viðmerkingar um veljararnar hjá Donald Trump, og so svímaði hon undir eini minnisløtu fyri yvirgangsálopinum á World Trade Center 11. septembur 2001.
Í talinum á valmonnum, sum er tað, sum avger forsetavalið, var munurin 118 valmenn 17. august, men so seint sum í gjárkvøldið minkaði realclearpolitics munin í sínari prognosu niður í 23 valmenn.
Trýstið lá á Clinton
Tað var tí semja um undan kjakinum, at tað lá eitt ávíst trýst á Hillary Clinton at venda rákinum aftur. Ikki minst mátti hon vísa, at hon var før fyri at stýra landinum.
Munurin millum tey bæði var greiður. Hillary Clinton royndi at vera persónlig. Longu í fyrsta minutti sínum nevndi hon ommudóttir sína og seinni í kjakinum pápa sín.
Donald Trump helt seg til at tosa um seg sjálvan og tað var ikki fyrr enn nærum hálvan annan tíma út í kjakið, at Donald Trump nevndi nakran í familju síni, tá hann nevndi, at 10 ára gamli sonurin dugdi óføra væl við telduni.
Hillary Clinton nevndi gjøgnum alt kjakið sín mótstøðumann við fornavni einans, Donald, meðan Donald Trump nevndi hana við almenna heitinum Secretary Clinton (føroyskað til uttanríkisráðfrú Clinton).
Trump byrjaði betur
Fyrsti parturin av kjakinum var um amerikanska búskapin, um arbeiðspláss og handil. Meðan Hillary Clinton tosaði um, hvat búskaparfrøðingar høvdu at siga um sín og hansara búskaparpolitikk, royndi Donald Trump at tosa beinleiðis til veljarar í statum, sum hava høgt arbeiðsloysi. Meðan hon tosaði um, hvussu nógv arbeiðspláss hennara politikkur kundi skapa, royndi Donald Trump at skapa øði í veljaran, við at tosa um, hvussu amerikanskar fyritøkur lata verksmiðjur sínar í USA aftur og flyta arbeiðsplássini til Meksiko og Kina. Hillary Clinton valdi heldur eina sosialistiska leið í kjakinum, tosaði um at hækka minstuløn, at minka um lønarmunin millum kynini og um at skipa eina betri barsilskipan og sjúkrapengar.
Hendan fyrsta partin tyktist tað, sum at Donald Trump hevði fyrimunin, men tá kjakið flutti seg víðari, tók Hillary Clinton meiri yvir.
Spakuliga fekk hon fleiri skot eftir Donald Trump, sum tók agnið hvørja ferð, uttan veruliga at megna at skjóta aftur. Hillary Clinton megnaði bæði at ákæra hann fyri at vera rasist, fyri ikki at gjalda skatt og fyri at hava ríkað seg upp á ólukkuna hjá øðrum, uttan at hann so mikið sum royndi at avnokta tað. Ferð eftir ferð varð Donald Trump eisini tikin í at lúgva, av fólkum, sum kannaðu pástandirnar hjá valevnunum.
Clinton vísti orku og styrki
Serliga móti endanum vísti Hillary Clinton styrki. Donald Trump royndi seg við einum álopið á hennara úthaldni og segði, at hon ikki hevði tað orku sum krevst fyri at vera forseti. Hillary Clinton ypti øksl og bað hann tosa aftur um orku, tá hann hevði ferðast um allan heimin at samráðast um handilsavtalur ella siti 11 tímar í avhoyri í eini kongressnevnd um yvirgangsálopið í Bhengazi.
Lítla løtu seinni ákærdi hon Donald Trump fyri at vera ein kvinnuhatara, sum hevur kallað kvinnur fyri grísar, hundar og tað, sum verri er. Donald Trump valdi í hesum føri at verja seg við at siga, at hann kundi sagt nógv um hana, men valdi ikki at gera tað, fyri at verja hennara familju.
Tað var týdningarmikið hjá Hillary Clinton, at hon vísti seg fram fríska og væl fyri, serliga eftir hendingina í New York 11. septembur. Tað kláraði hon eisini til fulnar. Hon var væl uppløgd, hon sá út til at hava yvirskot, hon stóð føst á pallinum og vísti eingi tekin til, at hon var illa fyri. Donald Trump hinvegin snýsti sær ofta, stóð óstøðugur á pallinum og fekk sær fleiri ferðir at drekka.
Tað eru kanska smáir, at síggja til ótýðandi munir, men fyrsta fatanin er, at Hillary Clinton hevur vent skútuni. Donald Trump hevur kanska ikki mist ta stóru undirtøkuna í kvøld, men ilt er at skilja, at hann skal hava vunnið nakað serliga av undirtøku. Væntandi hava onkur av teimum, ið enn ikki høvdu tikið støðu, nú tikið avgerð um at atkvøða fyri Hillary Clinton.
Komandi dagarnar fara veljarakanningarnar at vísa, hvørja ávirkan hetta fyrsta kjakið hevði á valstríðið. Næsta kjakið millum tey bæði verður 9. oktobur, meðan triðja og seinasta kjakið verður 19. oktobur. Valið er 8. novembur.