Dánjal leingir við ÍF

Dánjal á Lakjuni heldur fram í ÍF tey komandi tvey árini. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Dánjal á Lakjuni skrivaði søgu, tá hann í fjør vart tað fyrsti ÍF leikarin nakrantíð at skjóta mál í Evropa, tá teir spældu móti KR úr Íslandi.

 

ÍF liggur á fyrsta plássi í Effodeildini nú bara trý umfør eru eftir. Dánjal á Lakjuni er høgri vongur og hevur eisini verið at sæð á U21 landsliðnum.

 

Sáttmálin er galdandi fyri tey komandi tvey árini.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dánjal á Lakjuni (t.h.) í dysti móti EB/Streymi