Val til eldraráð í Klaksvíkar Kommunu er í dag, týsdagin 27. mars 2012 frá klokkan 10 fyrrpartin til klokkan 20 á kvøldi og so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Valt verður í Miðlan, sum er móttøkan í býráðshúsinum, Nólsoyar Pállsgøta 32, 700 Klaksvík.
Til hetta fyrsta eldraráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu hava 11 latið set stilla upp. Valevnini eru hesi:
Ranvá S. Hansen
Poul Havn
Marita Matras
Kala J. B. Lómaklett
Jóhanna S. Adam
Jógvan E. Ósa
Jóannes Niclasen
Hasla Olsen
Gerda A. Absalonsen
Rutt Hansen
Maria Olsen.
Tá ið valhølini eru latin aftur, verða atkvøðurnar taldar, og valúrslitið verður lýst á www.klaksvik.fo.
Veljast skulu fimm limir umframt fimm varalimir.
Uppgávan hjá eldraráðnum er at veita kommunustýrinum ráð í eldrapolitiskum spurningum og at virka sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og kommununa í sambandi við tilrættaleggingina av eldrapolitikkinum.
Val til Eldraráðið er fjórða hvørt ár í samband við býráðsvalið. tó er ta fyrsta valið 27. mars 2012.Valskeiðið er 4 ár, men fyrsta valskeið eldraráðsins verður frá 1. apríl 2012 til 31. desember 2016.
Valnevndin, ið fyriskipar valið, er mannað við Hans J. Heinesen, Onnu Mariu Joensen Mariu Thorsteinsson.