Dia Midjord er settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Dia Midjord tekur við eftir Jeppe Borch, ið hevur verið hjálparvenjari seinastu tvey árini. Jeppe Borch er fluttur aftur til Danmarkar, eftir fýra ár í føroyskum hondbólti.
– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið, sigur nýggi hjálparvenjarin við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.
A-landsliðið við monnum fer nú undir fyrireikingarnar til HM-undankappingina, sum byrjar í vetur. Manslandsliðið hevur sína fyrstu savning í næstu viku, tá teir millum annað skulu spæla venjingardyst móti danska stórfelagnum, Bjerringbro/Silkeborg.
Landsliðshópurin til venjingardystin er úttikið í dag. Hesir eru við:
Málverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Niklas Simonsen, TM Tønder
Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, Neistin
Niklas Højgaard Hanusarson, H71
Bakspælarar
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Vongspælarar
Nicklas Selvig, KÍF
Rói Berg Hansen, FIF
Leivur Mortensen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Pætur Thomsen, H71