Norsku fyrireikararnir hava samlað nøkur rættiliga spennandi nøvn saman. Fyrrverandi HM-avbjóðarin, 73 ára gamli Viktor Korchnoi, er ein av teimum tíggju sum taka lut í kappingini. Korchnoi hevur júst bart seg inn aftur í topp 100 á altjóða ratinglistanum og hevur í dag 2617 í rating.
Men tað er nú ikki hesin gamli meistarin, sum er orsøkin til at norska talvlívið er í fagrasta blóma. Og at sterkar altjóða kappingar verða fyriskipaðar í grannalandi okkara fyri eystan. Undurbarnið - ella tann norski Mozart, sum norðmenn taka til - Magnus Carlsen, sum fyri stuttum bleiv 14 ár, hevur skapt eitt veruligt talvboom í Norra.
Í 2004 vann hann sær teir tríggjar normarnar sum skal til fyri at gerast stórmeistari. Magnus er í løtuni tann yngsti stórmeistari í heiminum. Hann er stundum á forsíðum á størstu norsku dagbløðunum, ein ævisøga er longu skrivað um hann og ein dokumentarfilmur um Magnus skjótt verður liðugur. Hetta hevur elvt til vaksandi áhuga fyri talvi í Norra.
Leikliga gongdin
Kappingin hevur higartil ikki hilnast so væl hjá Carlsen, men vakri álopssigurin á heimsstjørnuni og hægst rataða telvaranum í kappingini Alexei Shirov í sjeynda umfari, ber brá um tey ófatiligu evnir ungi norðmaðurin hevur. Magnus er tó aftastur við 2,5 stigum, men tvey umfør resta í og alt kann henda.
Korchnoi og Magnus hittust í triðja umfari. Nærum 60 ár er á muni millum hesar mætu telvarar! Rutinan vann á umgdóminum á hesum sinni.
Peter Heine Nielsen hevur telvað rættiliga væl. Hann er hálvt stig ovari enn bretin Luke McShane nú endaspurturin av álvara er settur inn.
Støðan
1GM Peter Heine Nielsen(DK)5,0/7
2GM Luke McShane(UK)4,5
3GM Alexey Shirov (ESP)4,0
4GM Bartlomiej Macieja(POL)3,5
5GM Viktor Korchnoi(SUI)3,5
6GM Alexander Khalifman(RU)3,0
7IM Kjetil Lie (NO)3,0
8GM Antoaneta Stefanova(BUL)3,0
9GM Leif E. Johannesen(NO)3,0
10GM Magnus Carlsen(NO)2,5
Feskasti altjóða ratinglistin
01. januar 2005 ratinglistin er júst kunngjørdur. Kasparov heldur enn fast í fyrsta plássinum, men Anand andar nú alsamt harðari í nakkanum á honum. Kramnik er fyri fyrstu ferð í mong ár uttanfyri topp 3.
Toppinum sær soleiðis út.
Topp 10
1Garry Kasparov (RUS)2804
2Viswanathan Anand (IND)2786
3Veselin Topalov(BUL)2757
4Vladimir Kramnik(RUS)2754
5Peter Leko(UNG)2749
6Alexander Morozevich(RUS)2741
7Michael Adams(UK)2741
8Peter Svidler(RUS)2735
9Etienne Bacrot(FRA)2715
10Alexei Shirov(ESP)2713
Føroyski topp 10
41 føroyingar eru nú á altjóða ratinglistanum hjá talvsamgonguni FIDE. Tað er soleiðis, at fleiri føroyskir telvarar hava tvey styrkitøl, eitt føroyskt og eitt altjóða. Summir hava enntá eitt danskt ratingtal aftrat hesum báðum nevndu.
John Arni Nilssen er framvegis fremsti føroyingur, men hann hevur júst telvað í Øbro Nytár, har tað gekk illa hjá honum. Hann missur okkurt um 40 ratingstig, sum ikki er dagført á feskasta listanum.
1John Arni Nilssen2390
2Heini Olsen2345
3John Rødgaard2331
4Hans Kristian Simonsen2317
5Flóvin Tór Næs2302
6Martin Poulsen2285
7Ólavur Simonsen2254
8Carl Eli N. Samuelsen2238
9Eyðun Nolsøe2217
10Jens Kristian Hansen2202