Nú norska fótbóltslandsliðið hevur framt fremsta bragdið í norsku fótbóltssøguni við at vinna seg í HM-fjórðingsfinaluna, hevur norska TV2 sett gamla landsliðsvenjaranum, Egil "Drillo" Olsen stevnu. Drillo førdi á sinni Noreg til HM-endaspølini í 1994 og 1998. Í 1998 gjørdist HM-áttandapartsfinalan endastøðin hjá Noregi.
84 ára gamli Drillo er sera bjartskygdur: - Vit kunnu fara allan vegin. Brasil er eitt sera torført mótstøðulið hjá Noregi. Tá vit vinna á einum slíkum liði, so kunnu vit á liðunum, ið eru eftir í kappingini. Tað er torført at samanbera hendan 2-1 sigurin á Brasil við 2-1 sigurin á Brasil í 1998, men hetta er ótrúliga stórt. Sigur Drillo.
Spurdur um hvussu týdningarmikil sigurin er fyri norskan fótbólts, svarar Drillo: - Tað er torført at siga hvussu týdningarmikið hetta er fyri norskan fótbólt, men ein sær hvussu engasjeraði fólk eru á gøtunum, og hetta er ótrúliga stórt.
Drillo heiðrar eisini Erling Braut Haaland, ið nú hevur skotið sjey mál í HM-endaspælinum. Og tá er talan um sjey mál í fýra dystum, ikki fimm dystum sum Kylian Mbappé og Lionel Messi hava brúkt fyri at røkka sjey málum í hesum HM-endaspælinum: - Hann (Haaland) er sera týdningarmikil fyri okkum. Honum nýtist ikki at vera partur av spælinum, men hann avrikar væl óannsæð. Staðfestir gamli norski landsliðsvenjarin í samrøðu við norska TV2.











