Klaksvík, Sosialurin: - Vindurin gjørdi tað, babba!
Orðini eigur tvey ára gamli Pauli Sivertsen úr Klaksvík. Fríggjadagin vóru pàpin og hann staddir niðri á bátabrúgvunum, tá ein sera dygg hvirla tók í drongin og syfti hann í leysari luft á sjógv.
- Vit høvdu verið í bátinum, og vóru á veg niðan aftur til bilin, greiðir pápin, Símun Pauli Sivertsen, frá.
- Eg gekk eitt sindur frammanfyri, og tá eg kom niðan móti bilinum, steðgaði eg at tosa við ein mann. Eg hevði eyguni við Paula alla tíðina. Hann stóð og hugdi niður á sjógvin, greiðir Símun Pauli frá.
- Veðrið var sera undarligt hendan dagin. Tað var ikki nógvur vindur, men brádliga kom ein sera dygg hvirla og syfti Paula í einum á sjógv.
Pápin gjørdist øgiliga kløkkur, men tíbetur var Pauli ílatin ein tættan jakka, sum gjørdi, at hann ikki fór undir.
- Høvdið var oman á alla tíðina, men eg var rættiliga bangin fyri, at hann skuldi fara undir, sigur Símun Pauli, sum leyp eftir soninum.
- Eg royndi fyrst at toyggja meg, men tá eg ikki rakk, leyp eg sjálvur eftir honum. Eg var eitt sindur paniskur, men eg hugsaði bara um at fáa Paula upp á turt, heldur Símun Pauli fram.
Tvey ára gamli Pauli var væl fyri aftan á hendingina. Hann fekk ikki sjógv niður í seg, og tað fyrsta hann segði, tá feðgarnir vóru komnir upp aftur á turt, var:
- Vindurin gjørdi tað!
- Hann græt ikki ein gongd, sigur pápin.
Feðgarnir skundaðu sær til hús at fáa turt upp á kroppin. Pauli var hetjan í húsinum, tí at hann hevði verið so raskur.
Eldri beiggin hjá Paula, sum er seks ára gamal, hevði sagt, at hann vildi eisini sleppa at detta á sjógv.
- Pauli var sera kaldur, tá vit komu til hús, men aftan á eitt heitt bað, kom hann fyri seg beinanvegin, sigur Símun Pauli Sivertsen, sum er sera fegin um, at alt spældi so væl av.