Tað kiksaði í fjør. Hjá teimum flestu hevði tað kenst sum frágera gott avrik at vinna silvur í FM-kappingini. EB/Streymur rakk næstfremsta plássinum – fimm stig frá ovasta tindinum – og kortini kendist tað sum vónbrot.
Eftir søguliga FM-heitið í 2008, var setningurin at endurvinna meistaraheitið. Fyrra hálva var katastrofal. Góðu spælararnir tóktust vera púra fúnaðir og uttan tað yvirskotið, sum hevði borið undirhaldandi spælið og meistaraheitið við sær. Eftir hálva kapping var vaktarskifti í venjarasessinum, og so glapp. Tað svingaði hjá Heðini Askham og spælarunum, og úrslitini vóvu silvurkrónur.
Onkrar skiftingar hava verið síðani tá. Fýra spælarar hava biðið farvæl, og fýra eru komnir. Levi Hanssen og Bárður Olsen hava verið lyklaspælarar. Í teirra stað eru komnir Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen, sum báðir eru framrættaðir.
René Tórgarð verður aftasti skansi. Veteranurin og verjustýrimaðurin, Egil á Bø, tekur eitt tørn aftrat. Dánjal Pauli Davidsen hevur ment seg til álitismann í miðverjuni. Gert Hansen, sum var skaddur alt kappingarárið í fjør, er evni til annan vongverjan, og Alex José dos Santos og Leif Niclasen eru onnur evni.
Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen eru saman við Gudmundi Nielsen boð upp á ódnirnar í borðunum, og á sentralu miðvallarplássunum eru evnini Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Brian Olsen og danin, Daniel Udsen, sum áður hevur spælt í FC Amager. Hann hevur føroyskar røtur og ætlar at royna, um tað fer at eydnast honum at verða úttikin til føroyska landsliðið.
Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava stóra tyngd sum álopsspælarar. Hans Pauli Samuelsen kann brúkast bæði í fremstu røð og á miðvallarplássi í vinstru. Fyri venjaran hevur tað stóran týdning, at spælarar kunnu brúkast í fleiri ketum. Hjá Heðini Askham kemur tað væl við, at Sorin Anghel telist millum teir stinnastu, um tað so er í álopinum, á miðvøllinum ella í miðverjuni.
Kappingarárið er langt, og heldur ikki í EB/Streymi fara teir at sleppa undan skaðum og leikbannum. Tí hevur tað stóran týdning fyri vánirnar at enda millum tey fremstu bæði í lands- og steypakappingini, at bonkurin er stinnur. Esmar Eiðisgarð, Hallur Fláaberg, Andru Poulsen og Jóhann á Stongum eru evni í verjuni, unglingaspælararnir Niels Fríðheim og Poul Grunnveit Olsen eru miðvallarar, og í álopinum er unglingaspælarin, Arnar Dam, við í kappingini um plássini.
Høgættin kann vera býtandi í Sundalagnum, og sum alla aðrastaðni hava teir í Streymnesi í fyrireikingunum til kappingarárið verið plágaðir av nógva kavanum. At teir í EB/Streymi miðja høgt, verður undirstrikað av, at teir stutt undan kappingarbyrjan hava verið í Turkalandi á venjingarlegu. Teir hava brynjað seg betur enn allir hinir, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast frá fyrsta umfari av!