Ein dreymur at stjórna ólavsøkukórinum

Ásbjørn Berthelsen byrjaði sum kórleiðari tá hann var 17 ára gamal, nú skal hann stjórna Føroya størsta kóri

Í ár verður tað strandingurin Ásbjørn Berthelsen sum fer at stjórna ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Havnar kirkju.

 

Hetta er størsta uppgávan hjá einum kórleiðara

 

At stjórna ólavsøkukórinum er nakað sum strembað verður eftir, og hetta hevur leingi verið ein dreymur hjá Ásbjørni Berthelsen, tí segði hann beinanvegin ja tá hann bleiv spurdur í fjør heyst.

 

Kórsangurin ólavsøkudag er siðbundin, og fylgir einum føstum leisti, endað verður við tjóðsanginum, og næst seinasti sangurin er Tórshavn. Kórleiðarin kann kortini seta sín dám á, og tað hevur týdning fyri Ásbjørn Berthelsen. Hann hevur sjálvur gjørt satsirnar til allar sangirnar sum kórið framførir, burtursæð frá tjóðsanginum.

 

- Tjóðsangin havi eg ikki pilka við, sangin Tórshavn havi eg spælt eitt sindur við, og annars verður tað egnar útsetingar av kendum sangum.  

 

Kórleiðari 17 ára gamal 

 

Ásbjørn Berthelsen byrjaði sína yrkisleið í kórsangi í samkomuni. Hann leiddi sítt fyrsta kór tá hann var bara 17 ára gamal.

 

- Pápi var kórleiðari, tí havi eg altíð verið í hesum umhvørvinum, og hugsaði at hatta kann eg saktans eisini.

 

Seinni heitti ungdómskórið VOX á Ásbjørn, teimum tørvaði kórleiðara til eina konsert. Eftir konsertina ynskti kórið at Ásbjørn skuldi vera nýggjur kórleiðari, og hann var kórleiðari hjá VOX í 25 ár.

 

Í 2020 tók Ásbjørn Berthelsen rútmiska útbúgving á konservatoriunum í Aalborg. Síðani tað hevur hann verið sera virkin í kórtónleiki, og hevur flutt seg frá gospel, til meira rútmiskan tónleik.

 

Í dag er Ásbjørn Berthelsen kórleiðari hjá trimum kórum, hann endurstovnaði Stranda sangkór í 2020. Í 2024 gjørdist hann kórleiðari hjá Xperiment, tá Sigrið Sivertsen, sum stovnaði kórið, gavst, og Ásbjørn er eisini kórleiðari hjá Fljóðljóð, sum er eitt kvinnukór við royndum sangarum.