Iran sigur seg fara at steðga sínum álopum í Miðeystri, so leingi USA heldur fram við steðginum í álopunum móti Iran. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Iran lovar at steðga álopum meðan USA heldur pausu

Iran fer ikki at fremja fleiri álop í Miðeystri, so leingi USA heldur steðg í sínum álopum móti Iran.

Iran sigur seg fara at steðga sínum álopum í Miðeystri, so leingi USA heldur fram við steðginum í álopunum móti Iran. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Tað sigur talsmaðurin hjá iranska herinum, Mohammad Akraminia, sambært AFP.

 

– Amerikonsku álopini hildu fram til fyri tveimum døgum síðani, men seinastu tvær næturnar hava amerikanararnir hildið pausu, sigur hann.

 

Sambært talsmanninum hevur iranska strategiin fyrst og fremst verið at svara aftur upp á amerikonsk álop. Tí eru iransku hevndarálopini eisini steðgað.

 

Hann ávarar tó um, at kríggið fer at harðna aftur, um USA byrjar álopini av nýggjum.

 

Ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum sigur við CNN, at USA fyribils hevur sett álopini móti Iran á pausu.

 

Sambært The New York Times er ein orsøk, at amerikonsku vápnagoymslurnar eru minkaðar nógv eftir næstan tvær vikur við dagligum álopum.

 

CNN skrivar eisini, at varaforsetin J.D. Vance og herovastin Dan Caine á fundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin ávaraðu um, at stríðið kundi økjast enn meira.

 

USA og Ísrael fóru undir hernaðarligar atsóknir móti Iran 28. februar. Iran svaraði aftur við álopum á amerikanskar herstøðir í økinum.

 

Hóast samráðingar um eina avtalu eru í gongd, er enn eingin semja fingin.

 

Fríggjadagin segði amerikanski forsetin Donald Trump, at Iran annaðhvørt má góðtaka eina avtalu ella fyrireika seg upp á enn harðari amerikonsk álop.

 

Sambært Trump gerst Iran kortini alsamt meira sinnað at fáa eina avtalu í lag.

 

 

 

Iran sigur seg fara at steðga sínum álopum í Miðeystri, so leingi USA heldur fram við steðginum í álopunum móti Iran. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)