Týskur ráðharri: Ákoyringin í Berlin var islamistiskt yvirgangsálop

Týski innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt, staðfestir nú, at deyðiliga ákoyringin undir Pride-tiltakinum í Berlin leygarkvøldið var eitt islamistiskt yvirgangsálop.

Týski innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt, á tíðindafundi í Berlin sunnudagin, har hann segði, at ákoyringin undir Pride-tiltakinum leygarkvøldið var eitt islamistiskt yvirgangsálop. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Tað segði hann á tíðindafundi í dag sambært AFP og Bild.

 

– Alt, vit higartil hava sæð, bendir á, at talan er um eitt islamistiskt yvirgangsálop, segði Alexander Dobrindt.

 

Ein kvinna doyði, og 29 onnur vórðu særd í álopinum. Tað er ein munandi hækking frá fyrru frágreiðingunum, har upplýst varð, at 16 fólk vóru særd.

 

Enn er eingin handtikin, men týska løgreglan leitar eftir einum 21 ára gomlum manni, sum verður nevndur Abdul B.

 

Sambært løgregluni hevur hann tilknýti til eitt islamistiskt umhvørvi og er frammanundan kendur av myndugleikunum.

 

Bild skrivar, at maðurin hevur verið undir illgruna í málum um grovan harðskap og avpressing, og at hann í mai varð latin leysur úr ungdómsfongsli. Hesar upplýsingarnar eru tó ikki alment váttaðar av løgregluni.

 

Sambært Bild er maðurin týskur ríkisborgari við libanesiskari bakgrund.

 

Stór leiting er framvegis í gongd. Løgreglan hevur styrkt eftirlitið við týsku landamørkunum, eisini við markið til Danmark, skriva Bild og Flensborg Avis.

 

Týski innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt, á tíðindafundi í Berlin sunnudagin, har hann segði, at ákoyringin undir Pride-tiltakinum leygarkvøldið var eitt islamistiskt yvirgangsálop. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Týski innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt, sigur, at ákoyringin undir Pride-tiltakinum í Berlin leygarkvøldið var eitt islamistiskt yvirgangsálop. (Mynd: Ritzau Scanpix)