Politikarar skulu ikki kunna økja út­reiðsl­ur ov nógv í góð­um tíðum

Lóg um fíggjarpolitiskt regluverk verður løgd fram av nýggjum. Vit hava brúk fyri einum regluverkið, sum tryggjar eina haldføra fíggjarstýring, sigur løgmaður

Løgmaður vísir á, at almennu útreiðslurnar seinnu árini eru vaksnar skjótari enn inntøkurnar.

 

– Tí hava vit brúk fyri einum regluverki, sum tryggjar eina haldføra fíggjarstýring.

 

Tað sigur hann í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum.

 

Fíggjarpolitiska regluverkið hevur til endamáls at leggja karmar um, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa, soleiðis at búskapurin verður hildin í javnvág yvir tíð. Endamálið er eisini at fyribyrgja, at politikarar økja útreiðslurnar ov nógv í góðum tíðum og sostatt skapa ov stór hall ella skuld, tá verri tíðir koma.

 

Undanfarna samgongan legði fram eitt lógaruppskot um fíggjarpolitiskt regluverk. Millum annað skuldi eitt óheft fíggjarráð meta um fíggjarpolitikkin, og reglur skuldu setast fyri, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna kundu vaksa. Uppskotið varð tó ikki samtykt, áðrenn løgtingsval varð útskrivað.

 

– Nú mugu vit taka støðu til, um vit leggja sama uppskot fram aftur, ella um tað skal tillagast. Men ætlanin er greið – vit vilja hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, staðfestir Beinir Johannesen, løgmaður, í samrøðuni við Sosialin.

 

Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.