Merz eftir álopið: Vit fara at verja frælsi okkara

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, heitir á fólk um ikki at lata seg ræða eftir álopið móti Pride-tiltakinum í Berlin leygarkvøldið.

Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz talar uttan fyri Marienkirche í Berlin, áðrenn serlig minningargudstænasta varð hildin fyri teimum, sum vórðu rakt av álopinum móti Pride-tiltakinum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Ákoyringin, har ein kvinna doyði og 29 onnur vórðu særd, er av týsku stjórnini flokkað sum eitt islamistiskt yvirgangsálop.

 

– Vit fara at verja okkara frælsi, opinleika, liberala lívshátt og okkara samfelag við øllum teimum amboðum, vit hava. Og vit fara at gera tað saman, segði Merz sambært Bild.

 

– Vit eru fleiri, vit eru sterkari, og vit halda saman í landi okkara, legði hann afturat.

 

Sambært samveldiskanslaranum hevur slíkt álop bert eitt endamál.

 

– Málið er at skapa split í samfelagnum og oyðileggja opinleika okkara og frælsi. Hesir ekstremistarnir hava ongan sess í okkara samfelag, segði Merz.

 

Hann segði hetta uttan fyri Marienkirche í Berlin, har ein serlig minningargudstænasta varð hildin fyri teimum, sum vórðu rakt av álopinum.

 

Merz lovaði samstundis, at myndugleikarnir fara at gera alt fyri at handtaka tann ella tey, sum standa aftan fyri álopið.

 

– Vit fara at umhugsa avleiðingarnar og taka avgerðir við bæði skili og avgjørdari handling, segði hann.

 

Fyrr í dag segði innlendismálaráðharrin, Alexander Dobrindt, at myndugleikarnir meta ákoyringina sum eitt islamistiskt yvirgangsálop.

 

Ein kvinna doyði í álopinum, og 29 onnur vórðu særd. Sambært einum sjúkrahúsi í Berlin, sum BBC endurgevur, verða fýra viðgjørd á intensivari deild. Tey eru tó øll uttan fyri lívsvanda.

 

Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz talar uttan fyri Marienkirche í Berlin, áðrenn serlig minningargudstænasta varð hildin fyri teimum, sum vórðu rakt av álopinum móti Pride-tiltakinum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)