Týskland ávarar grannalond eftir deyðiligu ákoyringina í Berlin

Løgreglan í Týsklandi hevur biðið grannalondini, teirra millum Danmark, vera á varðhaldi, meðan leitað verður eftir manninum, sum leygarkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu undir Pride-tiltakinum Christopher Street Day í Berlin.

Løgreglan í Týsklandi hevur sett eina umfatandi eftiransing í verk eftir deyðiligu ákoyringina í Berlin leygarkvøldið. Grannalond, teirra millum Danmark, eru eisini kunnað um málið. (Mynd: Ralf Hirschberger/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar týska blaðið Bild.

 

Sambært blaðnum var týska løgreglan í nátt staðsett við øll landamørk landsins í sambandi við eftiransingina. Umframt Danmark eru løgreglurnar í Belgia, Fraklandi, Niðurlondum, Luksemborg, Póllandi, Sveis, Kekkia og Eysturríki kunnaðar um málið.

 

Ein 21 ára gamal maður, sum týsku myndugleikarnir kalla Abdul B., er undir illgruna fyri ákoyringina. Sambært Bild er hann týskur ríkisborgari við libanesiskari bakgrund og er frammanundan kendur av løgregluni. Hann skal hava tilknýti til eitt islamistiskt umhvørvi.

 

Blaðið skrivar eisini, at maðurin áður hevur verið skuldsettur í málum um grovan harðskap og avpressing, og at hann í mai varð latin leysur úr ungdómsfongsli. Hetta er tó ikki váttað alment av løgregluni.

 

Í álopinum doyði ein kvinna, og 16 onnur vórðu særd. Fleiri av teimum hava lívshættisligar skaðar.

 

Løgreglan lýsir hin mistonkta sum umleið 1,90 metrar høgan, klænan mann við svørtum hári. Hann var í svartari hettutroyggju og hvítum buksum, tá hann seinast sást.

 

Týska løgreglan heitir staðiliga á fólk um ikki at royna at steðga manninum sjálvi, tí hann kann vera vápnaður og vandamikil. Í staðin skulu fólk beinanvegin seta seg í samband við løgregluna.

 

Sunnudagsskráin fyri Pride-tiltakið í Berlin er avlýst eftir hendingina.

 

Kelda: Ritzau/Bild.

 

 

 

Løgreglan í Týsklandi hevur sett eina umfatandi eftiransing í verk eftir deyðiligu ákoyringina í Berlin leygarkvøldið. Grannalond, teirra millum Danmark, eru eisini kunnað um málið. (Mynd: Ralf Hirschberger/Ritzau Scanpix)