Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Horsens, har heimaliðið fær vitjan av Vejle BK. Hallur Hansson spælir í Horsens, og Viljormur Davidsen spælir í Vejle. Tað ber til at síggja dystin á TV3 Sport.
Talan er um grannauppgerð, sum eisini verður lagnudystur. AC Horsens, har Hallur Hansson er liðformaður, er illa spert. Den gule fare, plagdu danir at nevna Horsens, sum er niðast á støðutalvuni. Tað flyta tvey lið niður. Horsens hevur 19 stig, og Vejle, sum er triðiaftast og omanfyri strikuna, hevur 32 stig. Tað eru fimm umfør eftir at spæla.
Fyrrverandi HB venjarin Jens Berthel Askou er venjari hjá AC Horsens. Hann og Hallur Hansson og hinir í Horsens hava knívin á barkanum. Um teir ikki vinna ímóti Vejle, so verður tað greitt, at liðið flytur niður í næstbestu deildina.
Síðstu tíðina hevur tað gingið væl betur hjá Horsens, enn tað gjørdi fyststa stóra partin av kappingarárinum. Liðið hevur vunnið stig í sjey av ellivu teimum seinastu umførunum.
Viljormur Davidsen er í ferðalagnum hjá Vejle, sum í dag er í Horsens. Undan landsliðsferðini síðst í mars í Moldova, Eysturríki og Skotlandi var hann fastur maður á liðnum og liðformaður. Síðani hevur hann fyri tað mesta verið á beinkinum.
Fyrra partin av hesum kappingarárinum gekk tað væl hjá Vejle, men nú hevur tað leingi verið lakari. Vejle er í vanda fyri at flyta niður, tí Lyngby av álvara er farið at ressast á. Lyngby er næstaftast við 25 stigum ella sjey stig aftanfyri Vejle.
Tað verður heilt avgerandi fyri lagnuna hjá hesum báðum liðunum, tá ið Vejle annan sunnudag verður gestur í Lyngby.