Ein kann ikki royta eina skalluta hønu

Havi júst lisið skrivið hjá Rolf Guttesen í Sosialinum við heitinum »Í Havn er støðan hjá teim eldru, sum krevja røkt, ikki góð«. Sera væl skrivað grein

Hann nevnir, at tað kann ikki vera rætt, at ein skal til at skera á eldraøkinum, sum heldur átti at verið útbygt til at nøkta tørvin, ið longu er á hesum forsømda øki. Eg má geva honum rætt, hvussu kann ein so mikið sum hugsa um at gera sparingar innan eitt økið, sum er so forsømt? Skuldi alt ikki blíva betri innan eldraøkið? Eg veit væl at tað er kreppa, men tú kanst ikki royta eina skalluta hønu. Í minari verð er tað burturvið, so mikið at hugsa um at spara innan eldraøkið. Okkara gomlu skulu hava eitt virðiligt lív, tað hevur verið havt frammi óteljandi ferðir. Røktarheim skuldu byggjast, ein skjóttarbeiðandi nevnd skuldi fara í gongd alt fyri eitt at finna útav, hvussu hettar forsømda álvarsmál skuldi loysast. Hvussu langt man henda »skjóttarbeiðandi nevnd« vera komin? Fólk vilja vita, hvussu leingi tey skulu vænta at bíða, til nakar bati verður.

Bíðilistarnir eru langir, og fólk hava mist mótið, tey orka ikki meira, tað hoyri eg um hvønn dag. Bara á tí akutta bíðilistanum eru yvir 100 fólk, og hin listin er umleið tríggjar ferðir so langur. So tað munar ógvuliga lítið við teim 32

 

røktarheimsplássunum, sum ætlanin er at byggja yviri við Strond. Ein má fyrihalda seg til veruleikan og arbeiða skjótt við at finna eina loysn.

Mín vón er, at nakað munagott hendir, heilt skjótt, við røktarheimstrupuleikunum, tí sum nú er, kann tað ikki halda áfram