G! 2019 fer av bakkastokki í dag, og í løtuni er veðrið ikki av tí allarbesta.
Sambært veðurstovuni DMI kunnu festivalgestirnir eisini vænta sær nakað av tí sama restina av degnum. Tað fer at sirma fram 21 tíðina í kvøld, tá tað skal slíta í. Annars verður stilt, og hitin liggur um 10 stig.
Í morgin verður turt og samdrigið til seint út á seinnapartin, tá væntast kunnu sólarglottar. Síðani verður samdrigið, men turt, út á kvøldið. Hitin verður upp í 12 stig.
Leygardagin verður turt, stilt og samdrigið allan dagin, og seinnapartin fer hitin upp í 14 stig. Sum veðurfrásøgnin er nú, kann veðrið væntast at halda sær til sunnumorgunin.