Elin Poulsen við Ljósá, 70 ár

Elin Poulsen er fødd 20. juli 1935 í Sørvági. Foreldrini vóru Maria og Poul Andrias Mortensen. Elin er yngst av átta systkjum. Tey eru fimm beiggjar og tríggjar systrar. Sum ung genta fór Elin til Havnar at arbeiða í krambúð. Hon starvaðist fyrst eitt skifti í Kovanum og síðani í Køkubúðini. Hetta tíðarskeiðið búði hon hjá Annu Fíu og Andrias Jacobsen. Tað var meðan hon búði í Havn, at hon kom til persónliga trúgv á Harran Jesus, og hevur tað verið ein týðandi partur og merkt hennara lív síðan. Tað var eisini her hon møtti Poul Jóhannes Poulsen frá Ljósá, sum hon seinni giftist við.
Síðani gekk leiðin vestur aftur til Sørvágs har hon í eitt stutt skifti arbeiddi í handlinum hjá Hjarril Rasmussen áðrenn hon 1. juni 1957 giftist og búsettist við Ljósá har hon hevur verið síðani.
Augusta Poulsen, systir Elina giftist nakað áðrenn hetta við Andrias Poulsen, bróðir Poul Jóhannes og gjørdist hetta tískil dupultgifta. Tey búsettust eisini við Ljósá. Augusta fyllir 75 ár tann 28. juli og vilja vit nýta høvi til eisini at ynskja henni hjartaliga tillukku við degnum. Og eina hjartans tøkk fyri alt hon hevur verið fyri okkum.
Hesi bæði húskini komu at hava nógv í felag. Tey deildu bát, bø og seyð, høvdu kúgv í felag og deildu enntá bilin tá hann kom. Brøðurnir róðu út saman, og var hetta teirra lívsbreyð inntil teir løgdu frá sær vegna aldur. Eftir at Elin var gift og flutt til Ljósá hevur hon verið heima og passa hús og heim. Tað hevur altíð verið nokk at tikið fatt í og hennara partur hevur ongantíð ligið eftir. Hon var óføra røsk bæði í egningarskúrinum, í hoyggingini og við at passa kúnna. Hon hevur altíð givið seg allan fyri sín mann, síni børn og ommubørn. Hon er tann vit altíð kunnu heita á og hon er altíð klár við eini hjálpandi hond og tað vilja vit so inniliga takka fyri.
Elin og Poul Jóhannes fingu fimm børn saman. Poulinu Østerø, Marita Danielsen, Sólrun Poulsen, Lis Drewsen og Eljón Poulsen. Tilsamans eiga tey ellivu ommu- og abbabørn.
Vit vilja við hesum ynskja mammu og ommu okkara hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrans signing í komandi árum.
Elin er burturstødd á føðingardegnum.

Ynskja børn og ommubørn