EM-fepur á Strondum

Í Sjóvar kommunu eru tey sera errin av at eiga fleiri av evnaríku EM-stjørnunum

- Á vestara armi á Skálafjørðinum herjar sannur EM-fepur hesar dagar. Stórur partur av borgarunum eru farnir til Oslo at stuðla Kjartani, Allani, Bjarna og hinum hetjum okkara - í strembanini at vinna landi okkara víðari luttøku í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag - www.sjovar.fo 

 

- Eisini tey, sum eftir sita Føroyum, hava okkurt at gleða seg til, tí StÍF fer at vísa allar EM-dystirnir hjá Føroyum á stórskíggja í bygdahúsinum á Strondum. Dystirnir verða vístir bæði í bio- og í lítla-sali.

 

Sagt verður av Strondum, at dyrnar lata upp 30 minuttir fyri dystarbyrjan, og aftur við dystunum er møguligt at keypa kaffi, té, sunkist og annað gott.

 

Dystarskrá:

 

Fríggjadagin 16. januar, kl. 19.30 (Føroyar-Sveis)

Sunnudagin 18. januar, kl. 17.00 (Føroyar-Montenegro)

 

Týsdagin 20. januar, kl. 19.30 (Føroyar-Slovenia)

 

Í Sjóvar kommunu eru tey sera errin av at eiga fleiri av evnaríku EM-stjørnunum, og haðani ynskja tey landsliðnum bestu eydnu næstu dagarnar.

 

- Eisini ynskja vit borgarum okkara og føroyingum sum heild, sum eru farin til Oslo at stuðla landsliðnum, eina góða EM-veistlu.

 

At enda vóna tey á Strondum, at fleiri av teimum, sum sita heima eftir á vestara armi á Skálafjørðinum, møta fjølment í bygdahúsinum á Strondum til dystirnar.

 

- Soleiðis kunnu vit saman skapa ein EM-dám, líkur honum í Oslo, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.