- samandráttur.
Hesin samandrátturin er settur fremst í skrivinum, tí sjálv greinin er drúgv. Sjónarmiðini, sum verða løgd fram, eru bæði grundað og útgreinað.
Samandrátturin gevur tí eitt skjótt yvirlit yvir høvuðssjónarmið, áðrenn farið verður í sjálva greiningina.
Hendan grein greinar, hví útboð ikki er besta loysnin fyri samansett keyp til dømis innan KT skipanir og framleiðslu. Við at samanbera privata og almenna innkeypsatburðin verður víst, at útboð í størri mun fokuserar á prís og prosess, meðan tað privata tekur støðu út frá eini heildarmynd av kostnaði (TCO), nyttu (ROI), váða, góðsku og langtíðarvirði. Greinin vísir, at útboð ofta flytur váða yvir í raksturin, undirmetir vitan og skapar skeiv incitamentir, og greinin mælir tí til, at avgerðir verða fluttar nærri teimum, sum bera ábyrgdina og avleiðingarnar, heldur enn at lata prosessina vera avgerandi í sær sjálvum. Leiðarar innan tað almenna eiga at hava frælsi og ábyrgd at taka tær fakliga og strategiskt bestu avgerðirnar fyri sín stovn, heldur enn at verða bundnir av formellum krøvum um útboð, tá slík krøv forða fyri optimalari nýtslu av felagsins tilfeingi og førur til lægri heildarúrslit.
Er útboð besta valið?
Spurningurin um, hvørt útboð er besta og rættasta loysnin, verður javnan reistur. Serliga verður spurt, hví tað almenna í stóran mun nýtir útboð sum meginreglu, meðan tað privata vinnulívið í nógv minni mun ger tað sama. Hvat eru fyrimunirnir og vansarnir við útboðum, og hvørjar eru orsøkirnar til henda grundleggjandi mun í atburði?
Hendan frágreiðing roynir at lýsa spurningin við at samanbera atburðin hjá tí privata og tí almenna, grundað á eina samanrenning av búskaparligum eygleiðingum og praktiskum royndum gjøgnum tey seinastu 30 árini.
Eg viðgerði ikki keyp av einfaldum rakstrarvørum, sum pappír ella sápu, men samansett keyp innan tøkni, skipanir og framleiðslu, har rakstur, trygd, vitan og samanhangur eru avgerandi partar av heildarloysnini.
Hyggja vit at innkeypsatburðinum hjá ymiskum eindum, sæst eitt greitt mynstur: tey, sum sjálvi eiga peningin og bera fulla ábyrgd av avgerðunum, velja sjáldan útboð sum meginreglu. Er talan um útboð er sjáldan talan um alment útboð, men heldur undirhándsútboð, har útvaldir veitarar verða bodnir at lata inn tilboð. Hinvegin velja tey, sum umsita pening fyri onnur – til dømis almennir stovnar, almenn fyrisiting og almennar fyritøkur – í nógv størri mun útboð, kanska tí hettar er eitt krav frá miðvaldinum.
Við fyrsta eygnakast kann hetta tykjast sum ein mótsøgn: har eigarin sjálvur tekur avgerðina, verður útboð ikki brúkt sum meginregla, meðan har eigarin ikki situr við borðið, verður útboð ofta valt. Hetta er tó ikki tilvildarligt, men byggir á ein grundleggjandi mun í, hvussu avgerðir verða fataðar og mettar.
Fyri at lætta um orðalag verður frameftir brúkt hugtakið privat keyp, ella bert “privat” um støður, har eigarin er tætt knýttur at avgerðini, og alment keyp ella bert “alment” um støður, har avgerðir verða tiknar av umboðum, ið umsita pening fyri onnur.
Í privatum keypum er eigarin nær avgerðini og hevur eina heildarmynd av flestu avleiðingum av keypinum – bæði teimum beinleiðis og teimum óbeinleiðis. Her verður ikki einans hugt at keypsprísinum, men eisini at dygd, rakstrartrygd, váða, vitanarflyting og
ikki minst (langtíðar) nyttu. Avgerðin verður sostatt tikin út frá eini samlaðari meting av, hvussu keypið ávirkar fyritøkuna sum heild.
Í almennum keypum verður heildarmyndin ofta smalkað niður til sjálvt keypið og tess beinleiðis kostnað. Sjálvan keypsprísin. Avgerðin verður í størri mun stýrd av formligum reglum og krøvum um útboð, meðan óbeinleiðis kostnaðir, rakstrarváði og langtíðar ávirkan ofta verða verri lýst ella torførari at taka hædd fyri. Nytta verður í sera lítlan mun tikin við í avgerðina.
Munurin millum privata og almenna liggur sostatt ikki í vilja ella førleika, men í, hvussu heildarmyndin av eini avgerð verður fatað, serliga har krøv um útboð er galdandi. Tað hevur stóran týdning fyri bæði kostnað, nyttu og endaligt virði av keypinum – og er ein av høvuðsorsøkunum til, at útboð ikki verður brúkt sum meginregla í tí privata vinnulívinum, meðan tað er dominerandi í tí almenna.
Munirnir millum privat og alment keyp – kostnaður og nytta
Nærri greinað eru munirnir millum privat og alment keyp fyrst og fremst at finna í, hvussu ein heildarmynd av kostnaði og nyttu verður fatað og tikin við í avgerðargrundarlagið.
1) Kostnaður
a) TCO – Total Cost of Ownership
Privatar fyritøkur taka vanliga støði í TCO (Total Cost of Ownership), tað vil siga ein samlað meting av øllum beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðum, sum eru knýttir at at útvega, reka, viðlíkahalda og at enda avvikla eina vøru ella skipan í allari hennara livitíð.
Hetta fevnir ikki bara um sjálva íløguna, men eisini um:
rakstrarkostnað,
viðlíkahald,
menning,
stuðul,
tillagingar,
og kostnað við broytingar ella skifti.
Í veruleikanum kann vera sera stórur munur á samlaða rakstrarkostnaðinum hjá ymiskum loysnunum, hóast íløgan í byrjanini kann tykjast lík. Um einans ein partur av kostnaðinum verður tikin við – til dømis íløgan, men ikki raksturin – verður avgerðin skeiv. Nyttan av íløguni er eisini tengd at íløguni, men hettar verður komið aftur til.
b) Transaktiónskostnaður (Transaction Costs)
Privatar fyritøkur taka – ofta bæði tilvitað og ótilvitað – hædd fyri transaktiónskostnaði. Hetta fevnir um allar útreiðslur, sum koma afturat sjálvum prísinum á vøruni ella tænastuni í sambandi við keyp ella sølu.
Transaktiónskostnaður kann m.a. fevna um:
• tíð og arbeiði at leita eftir loysn,
arbeiðið við at gera útboð,
greining og samanbering av tilboðum,
samráðingar,
løgfrøðiligt arbeiði,
og váða og óvissu í sjálvum handlinum.
Ein týðandi, men ofta undirmettur partur av hesum er vitanarójavnváðin: tann, sum ger útboðið, hevur ofta ikki somu djúpu vitan um uppgávuna og loysnirnar, sum tann, ið bjóðar. Veitararnir arbeiða dagliga við júst hesum øki og hava tí, mest sannlíkt, størri fakligan kunnleika, tí vitanin verður dagførd fyri hvørja verkætlan.
Hetta hevur við sær, at útboð ofta innihalda manglar, ógreið krøv ella veikleikar. Stovnsleiðarin hevur djúpa fakliga vitan innan sítt egna ábyrgdarøki, men henda vitan fevnir ikki neyðturviliga um ta tøkniligu og rakstrarligu vitan sum útboðið fevnir um. Samstundis vilja veitarar, sum bjóða upp á útboðið, ikki taka hædd fyri hesum manglum í sínum tilboðum, tí tað hevði gjørt teirra loysn dýrari og harvið minni kappingarføra. Avleiðingin er, at veruligu kostnaðirnir og trupulleikarnir ofta fyrst koma fram eftir at sáttmálin er undirskrivaður.
Transaktiónskostnaður virkar sostatt sum eitt slag av friksjón í marknaðinum, sum ávirkar bæði búskaparliga effektivitetin og avkastið av íløgunum. Hetta er ein grundleggjandi hugsan innan búskaparfrøði og ein lykil til at skilja, hví fyritøkur eru skipaðar, sum tær eru, og hví marknaðir í verki virka øðrvísi enn í teori.
2) Nytta – ROI
Higartil hava vit fyrst og fremst hugt at kostnaðinum og sæð, at tað privata sum heild tekur støðu út frá eini heildarmynd, meðan tað almenna oftari hyggur eftir einstøkum kostnaðarliðum hvør sær. Sami munur ger seg galdandi, tá talan er um nyttuna av íløgunum.
Tað almenna tekur ofta ikki til fulnar hædd fyri nyttuni av eini íløgu – ella nærri lýst: muninum í framleidni og virði, sum ymiskar loysnir skapa. Í praksis merkir hetta, at ein hægri íløga mangan verður vrakað, hóast hon longri frammi hevði givið størri nyttu, hevur betri framleidni og lægri samlaðan kostnað.
Fyri at síggja og lýsa hetta sambandið eru væl kendir roknihættir mentir innan íløgu- og búskaparfrøði. Yvirskipað verður hetta ofta lýst við hugtakinum ROI (Return on Investment), ella avkast av íløgu. ROI er eitt fíggjarligt mát, sum vísir, hvussu lønandi ein íløga er, við at samanbera vinningin við kostnaðin. Til ber eisini at samanbera nyttuvirðið av ymiskum íløgum.
Einfaldað kann sigast, at vit seta íløguna og kostnaðin upp ímóti framtíðar nyttuni og javnstilla allar upphæddir við at afturrokna tær til sama tíðspunkt við eini ásettari rentu. Hetta gevur eina samlaða og heildargóða mynd av íløguni, heldur enn bert at hyggja eftir einstøkum kostnaðarliðum ella byrjanaríløguni einsamallari.
Verður hædd ikki tikið fyri nyttuni – ella fyri tí sannroynd, at ymiskar loysnir hava ymiskt framleidni- og nyttuprofil – fáa vit eina skeiva heildarmynd og taka tí eisini skeivar avgerðir. Tað privata hevur í roynd og veru ikki ráð til at gera henda feilin. Privatar fyritøkur skulu yvirliva í kapping við aðrar, og tí eru tær noyddar at taka støðu út frá heildarmyndini og samlaða virðinum, ikki bert út frá lægsta prísinum av sjálvari íløguni.
Ein fyritøka, sum keypir eina bíligari maskinu, ið er dýrari at reka og framleiðir minni, fer ikki at klára seg í kapping við eina aðra, sum ger eina hægri – men skilagóða – íløgu við lægri rakstrarkostnaði og hægri framleidni. Hetta er sjálvandi treytað av, at eftirspurningur er í marknaðinum; uttan eftirspurning er einki fíggjarligt grundarlag hvørki fyri ta einu ella hina loysnina.
Tá tað almenna sjáldan ella sum oftast ikki tekur hædd fyri nyttuni, manglar ein týðandi partur av avgerðargrundarlagnum, og avgerðin verður ikki tann besta. Tað privata má taka hædd fyri heildini, annars doyr fyritøkan mest sannlíkt.
3) Váði, kvalitet og incitament – tað, sum ikki sæst í útboðnum
Umframt kostnað og nyttu er eitt triðja grundleggjandi sjónarmið, sum eigur at takast við í avgerðum um útboð, nevniliga váða, kvaliteti og incitament-strukturinum í sjálvari avgerðini. Hetta er eitt øki, har munurin millum privat og alment er serliga týðiligur.
Útboð flyta váða frá avgerðartíðspunktinum yvir í raksturin. Tá avgerðin verður tikin, er váðin ofta ósjónligur ella undirmettur, tí útboðsskjal og tilboð ikki megna at lýsa allar veruligar umstøður, samanhangir og avleiðingar. Váðin vísir seg tí ofta fyrst aftaná, í formi av broytingararbeiði og tillagingum í mun til útboðið , eyka kostnaði, driftsórógvi, óvæntaðum bindingum til veitara (vendor lock-in) ella tap av fleksibiliteti. Hetta eru kostnaðir og avleiðingar, sum ikki síggjast í útboðnum, men sum hava stóran týdning fyri raksturin og heildarnyttuna av loysnini.
Harumframt er ein stórur partur av kvaliteti og dygd knýttur at vitan, sum ikki letur seg útbjóða. Talan er um lokala vitan, samanhangandi vitan um skipanir, arbeiðsgongdir, fólk og mentan – ofta kallað tacit knowledge (óorðað vitan). Henda vitan kann ikki lýsast fullfíggjað í kravlistum ella útboðsskjølum. Útboðið gevur fyrimunir til tey, sum eru best at skriva tilboð og lýsa loysnir á pappíri, heldur enn tey, sum í verki eru best at reka, menna og tryggja støðugan rakstur yvir tíð.
At enda er eisini incitament-struktururin ymiskur. Í einum útboði verður prísur og tilboðsteknikkur løntur, meðan í einum langtíðar rakstrar- og samstarvssambandi verður ábyrgd, stabilitetur, vitan og støðug menning lønt. Hesar báðar skipanirnar passa illa saman. Taka vit KT-útboð sum dømi, so er útboðið skipað til at finna lægsta prís á einum givnum tíðspunkti, meðan rakstur og kritiskur KT-infrastruktur krevja langtíðar ábyrgd, samanhangandi vitan og eitt incitament at taka røttu avgerðina eisini, tá hon ikki er tann bíligasta á pappírinum.
Tí eigur váði, kvalitetur og incitament altíð at verða partur av heildarmetingini, tá mett verður um útboð. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at avgerðin sær røtt út í løtuni, men gerst bæði dýrari, verri og meira váðafull, tá hon verður sett í veruligan rakstur.
Samanumtikið
Tann, sum eigur peningin sjálv/-ur, ber seg øðrvísi at enn tann, sum umsitur pening fyri onnur. Hetta er ein grundleggjandi sannroynd út frá mínum eygleiðum tey seinastu 30 árini. Hettar sæst aftur í bæði búskaparligari teori og í praktiskum royndum.
Tá eigarin sjálvur situr nær avgerðini, verður hædd tikin fyri heildarmyndini – bæði kostnaði, nyttu, váða og langtíðaravleiðingum. Avgerðin fevnir ikki bert um einstøk tøl ella stakar partar av eini tilgongd, men um samlaða ávirkanina á rakstur, dygd og framtíðarvirði. Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at privata vinnan sum meginregla ikki nýtir útboð, men heldur arbeiðir strategiskt við íløgum, samstarvi og langtíðarvirði.
Hinvegin síggja vit, at har peningur verður umsitin fyri onnur, verður avgerðin ofta loyst úr sínum samanhangi og gjørd til eina prosess, har reglur og mannagongdir fáa størri týdning enn sjálvt úrslitið. Útboð gerst tá eitt mál í sær sjálvum, heldur enn eitt amboð til at røkka besta úrslitinum.
Hetta bendir á, at reglur og rundskriv um útboð innan tað almenna eiga at verða endurskoðaðar við einum greiðum fokus á endamálið heldur enn bert á tilgongdina.
Tey, sum sita nærmast sjálvari avgerðini og skulu liva við avleiðingunum av henni, eiga í størri mun at hava heimild at taka avgerðir. Hetta er at fremja fakliga ábyrgd og úrslit fram um eina mekaniska prosess, har fylgt verður eini fastari tilgongd, uttan at tað veruliga úrslitið hevur týdning. Eins og í tí privata eigur denturin at vera lagdur á at náa besta møguliga úrsliti, heldur enn bert at hava fylgt eini ásettari mannagongd.
Ein slík tilgongd, har avgerðir verða fluttar nærri teimum, sum skulu liva við teimum og bera avleiðingarnar, er ein demokratisering av avgerðarvaldinum. Hon førir til betri loysnir, størri ábyrgd og betri nýtslu av felags tilfeingi – eisini innan tað almenna.











