Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ein fundur við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij, gjørdi stór framstig í mun til at fáa enda á krígnum í Ukraina.
– Vit gjørdu nógv fram ímóti at enda kríggið, sigur Trump.
Fráboðanin kemur á einum felags tíðindafundi við Zelensky, eftir at teir báðir hittust á Mar-a-Lago bústaðnum hjá Trump í Florida í fleiri tímar.
Tað er tó ógreitt, hvør ítøkilig framstig í roynd og veru eru, og óvist er eisini, hvussu langt tey eru frá eini veruligari friðaravtalu.
Fundurin millum Zelensky og Trump í dag snúði seg millum annað um eina nýggja ætlan við 20 punktum.
Zelensky sigur, at allir tættir í kørmunum um eina friðaravtalu vórðu umrøddir, og at "90 prosent" semja er um ætlanina.
Undan fundinum hevði Zelensky forseti víst á málið um landaøki sum tað torførasta, og enn er eingin loysn.
Hetta er millum annað galdandi fyri Donbas-økið í eystara parti av Ukraina, har Russland sigur seg hava alt økið, hóast Ukraina framvegis hevur ræði á umleið tíggju prosentum.
Um tað málið sigur Donald Trump:
– Eg vildi sagt, at vit eru ikki samdir. Men vit eru komin nógv nærri.
Hann heitir á Ukraina um at gera avtalu við Russland, og hann sigur, at tað er ikki útilokað ("up for grabs", red.) at nøkur øki kunnu latast Russlandi.
Áðrenn fundin við Zelensky hevði Donald Trump eina telefonsamrøðu við russiska forsetan Putin.
Sambært politiska ráðgevanum hjá Putin, Yuri Ushakov, vardi samrøðan ein tíma og 15 minuttir. Tað snúði seg serliga um Donbas-økið.
Ráðgevin segði eisini, at Ukraina skal taka eina "djarva" avgerð um Donbas-økið, um ósemjan millum londini skal loysast.
Hóast bjartskygda tónan hjá Trump, so fer hann ikki at seta eina ávísa tíðarætlan fyri eina avtalu.
– Um tað gongur ordiliga væl, kanska nakrar vikur. Men gongur tað ordiliga illa, so verður tað ikki. Um nakrar vikur fáa vit at vita, hvat fer at henda. Tað hevur verið ein trupul samráðing, sigst.
Eftir fundin høvdu ukrainski forsetin og amerikanski forsetin eina telefonsamrøðu við eina røð av evropeiskum ríkis- og stjórnarleiðarum, teirra millum franska forsetan Emmanuel Macron og týska kanslaran Friedrich Merz.
Zelenskyj segði á tíðindafundinum, at Donald Trump verður vertur fyri einum fundi aftur í januar. Tað verður í Washington D.C., og fleiri evropeiskir leiðarar koma eisini við.
/Ritzau/











