ES-tunnilin letur upp í heyst

Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið

 

Í farnu viku kunngjørdi Uttanríkisráðið, at Føroyar og ES hava stavváttað avtalu um ES-granskingarsamstarv. Hendan tilgongd hevur verið leingi ávegis. Hon byrjaði fyrst í 2007 og er endiliga komin so langt, at vit hava fingið eina formliga avtalu stavváttaða, altso góðkenda á embætismannastigi. Nú manglar góðkenning frá Løgtinginum og ES-kommsjónini. Eingin ivi er um, at ES-kommisjónin góðkennir avtaluna. Lykilin til at fáa avtaluna í hús liggur tískil hjá Løgtinginum. Umframt at góðkenna avtaluna, skal Løgtingið eisini játta neyðugu pengarnar til at rinda fyri avtaluna, mett uml. 8 mió. kr. í 2010. Upphæddin veksur stigvíst til uml. 12 mió kr. í 2013, og samsvarar hetta við økingina í tøkum peningi í skipanini.

 

Við avtaluni fáa Føroyar loksins atgongd til 7. rammuskránna hjá ES á jøvnum føti við ES-lond. 7. rammuskráin fyri gransking og tøkniliga menning, ella Seventh Research Framework Programme for Research and Development, er aðaltólið hjá ES til at fíggja gransking. Hendan rammuskráin, stytt FP7, fevnir um tíðarskeiðið 2007 til 2013. Høvuðsendamálið við FP7 er at fremja gransking og tøkniliga menning í Europa, so at granskingin í ES kann standa seg í kappingini við serliga USA og Japan um tey bestu granskingarúrslitini. Samlaða fíggjarætlanin fyri FP7 er 50,5 milliardir evrur (380 milliardir krónur).

 

Hvat snýr avtalan seg um?

Føroyar fáa við nýggju avtaluni atlimaskap í ES-granskingarsamstarvinum á jøvnum føti við m.a. Norra, Ísland og Andorra. Vit sleppa at søkja um stuðul úr øllum fimm serskráunum í FP7. Millum hesar serskráir er Cooperation, sum fevnir um tíggju granskingarøki, eitt nú heilsugransking, matvøru- og havgransking, umhvørvisgransking og orkugransking. Umframt hesar eru serskráir, sum økja um førleikarnar hjá granskarum og fyritøkum, Capacities, og serskrá, ið styrkir um flytføri hjá granskarum – bæði royndum og minni royndum. Fyri at fáa fulla atgongd til hesi granskingarøki rinda vit eitt árligt limagjald, sum er roknað til at kosta okkum tilsamans 36 mió. kr. í tey 4 árini, sum eru eftir av FP7.

 

Munurin frá nú?

Fleiri av okkara granskarum hava longu góðar royndir við luttøku í ES-gransking. Greiða ynskið frá teimum hevur tó verið at fingið atlimaskap, soleiðis at til ber at luttaka á jøvnum føti við limalondini og tey lond, sum hava atlimaskap. Vansin við at standa uttanfyri hevur m.a. verið, at okkara støða hevur forðað summum í at søkja, og leikluturin hjá øðrum hevur verið avmarkaður orsakað av okkara vantandi limaskapi. Føroyskir granskarar og granskingarstovnar hava tí í fleiri ár eftirlýst beinleiðis atgongd til rammuskráirnar hjá ES.

 

Eitt, sum heilt víst broytist við formligu avtaluni, er, at vit frameftir kunnu átaka okkum uppgávuna sum Coordinators ella verkætlanarsamskiparar. Verkætlanarsamskiparar hava høvuðsábyrgd av verkætlanum, og frameftir er møguligt at fáa fígging til umsitingarliga arbeiði, og ikki einans til gransking. Vit kunnu byggja upp førleika í at umsita hesar verkætlanir í Føroyum.

 

Føroyskur ungdómur lesur í stóran mun uttanlands, og fleiri teirra fara í holt við granskingarútbúgving eftir loknan lestur. Trupult hevur verið at fingið hesi vælútbúnu fólkini aftur til Føroya. Í People serskánni eru serligar skipanir, sum gera tað møguligt hjá ungum granskarum at fáa fíggjarligan styrk at koma til Føroya at granska.

 

Hvør fær gagn av avtaluni?

Tað eru í størstan mun granskingarstovnarnir, sum fáa nyttu av ES-granskingaravtaluni. Millum teir stovnarnar, sum eftir okkara tykki kunnu gagnnýta mongu møguleikarnar í FP7, eru Havstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, sum longu hava royndi at luttaka í rammuskráum hjá ES, umframt Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, Náttúrugripasavnið og Fiskaaling.

 

Aðrir stovnar sum møguliga kunnu koma við í FP7 verkætlanir eru Fornminnissavnið, Jarðfeingi,

Fróðskaparsetrið sum heild og Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni. Harafturat eru eisini fyritøkur í privata vinnulívinum, sum møguliga kunnu gera seg galdandi. Verkætlanarfyritøkan Bitland hevur longu vunnið sær nakrar royndir

 

Tunnilin til ES

Avtalan við ES um granskingarsamstarv er í sær sjálvum einki gullegg. Talan er um karmar og infrakervi, sum nú skulu roynast í verki. Vit kunnu siga, at vit við Løgtingsins góðkenning – vónandi og væntandi – í heyst fáa ein nýggjan tunnil til okkara granskingarumhvørvi at ferðast í. Tað er so upp til granskingarumhvørvið at gera av, hvussu stór ferðslan verður og um hendan íløgan í tunnilin loysir seg samfelagsbúskaparliga. Uttan tunnilin stendur føroyska granskingarumhvørvið uttan beinleiðis samband við heimsins størstu granskingarskipan.

 

Játtan til bæði – ikki annaðhvørt

Tað er týdningarmikið at geva gætur, at fígging bert verður latin til verkætlanir, sum hava europeiskan áhuga og sum hava nakað av eginfígging við sær. Tað ber ikki til at fáa stuðul til reint nationalar ella norðurlendskar verkætlanir, tí at verkætlanirnar skulu hava “European added value.”

Fyri at kunna gera sær vónir um at kunna fáa stuðul til verkætlanir, er avgerandi at hava egnar royndir og førleika og eginfígging við í viðførinum. Tað er tí ikki ráðiligt at taka pening frá verandi granskingarumhvørvi til at fíggja okkara ES-luttøku. Heldur mugu vit seta av nýggjar pengar, bæði til limagjald, fyrisiting og til eina ávísa eginfígging.

 

Óbeinleiðis vinningurin størri

Kappingin um granskingarkrónurnar í ES er stór. Og fleiri hava lagt dent á, at

granskingarskráirnar í ES ikki eru nakað fíggjarligt sjálvtøkuborð. Vit kunnu ikki vænta, at peningur til gransking fer at floyma til Føroya, tá ið avtalan um føroyskan FP7 atlimaskap er góðkend av Løgtinginum. Hinvegin eigur dentur at verða lagdur á teir nógvu møguleikarnar fyri fakligari menning, fyri samstarvi og atgongd til dýra og spesialiseraða tøkni, sum okkara granskarar fáa við at luttaka í granskingarverkætlanum innan FP7. Henda hjáveiða verður ofta lýst við win-win hugtakinum, tí fleiri fáa gagn burturúr íløgum, sum ein má gera undir øllum umstøðum.

 

Umframt týdningin fyri føroyska vitanarframleiðslu eru møguleikar fyri, at føroyska samfelagið beinleiðis og serliga óbeinleiðis (sí omanfyri) kann fáa meira úr skipanini fíggjarliga, enn vit skulu gjalda. Væl skikkaðir granskarar, miðvíst arbeiði og áhugi frá granskingarkervinum eru millum fortreytirnar fyri hesum. Nevnast kann, at eitt nú Norra og Ísland hava góð tøl at vísa á, tá ið talan er um lutfallið millum tað, ið goldið verður til skipanina, og tað, sum tey meta seg fáa burturúr skipanini. Umboð fyri teirra granskingarráð, sum vit hava samskift við, eru sannførd um, at tað er rætt at vera við í ES-samstarvinum, hóast kostnaðin fyri luttøku.

 

Rætta løtan er nú

Í búskaparliga trongum tíðum eru hyggjuráðini serliga at satsa uppá útbúgving og gransking. Hetta gera øll okkara grannalond í løtuni. Mett verður tí, at tað er rætt at fylgja hesum málinum, sum vit hava arbeitt við í fleiri ár, og gera endaligu bindandi avtaluna fyri Føroyar við teimum fíggjarligu avleiðingunum, sum hetta viðførir Atgongd til FP7 er ein av fortreytunum fyri støðugari menning av føroyska granskingarumhvørvinum, tí hetta fer at geva okkum atgongd til fígging, granskingarnetverk og ikki minst tøkni. Við eini lutfalsliga lítlari íløgu, sum fer til játtan til ES-samskipararnar og játtan til luttøku í rammuskránni (limagjald, fyrireiking av umsóknum, eginfígging), kunnu okkara bestu granskingarumhvørvi økja munandi um sítt virksemi innan fleiri týdningarmikil øki, og harvið gerast virknir partar av europeiska granskingarøkinum - European Research Area.

 

Avgera sjálvi vinningin

Tað ber sjálvsagt ikki til frammanundan at gera upp, hvør vinningurin verður fyri føroyska samfelagið, serliga føroyska granskingarumhvørvið, tá ið atlimaskapurin í FP7 gerst veruleiki.

 

Jørgen Niclassen, uttanríkisráðharri, lýsti støðuna sera greitt og einfalt í Degi og Viku hin 16. juli, har hann segði at tað nú er upp til okkara granskarar at vísa, at teir megna at fáa vinning burturúr.

 

At gera hesa avtaluna er sum at gera einhvørja aðra íløgu. Vit fáa bara at vita við vissu, um tað loysir seg, við at royna. Alternativið, at kvetta á stokkinum, nú avtalan er komin undir land, er ikki ein møguleiki, sum er verdur at royna.