Fáa væl minni fyri gulllaksin

- Vit vóna sjálvandi, at støðan fer at broytast, men vit missa ikki vónina við fyrsta nos, sigur reiðarin, Dánjal í Skálum.

 

 

Tað er ein tíð síðan, at seks partrolarar - trý pør - byrjaðu at fiska gulllaks, nú vertíð er. Vanligt er, at skipini eru á gulllaksi til einaferð út í august. 

Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum, sum partrolar saman við Eysturbúgvanum, sigur, at skipini nú eru á sínum fimta túri í hesi vertíðini.

- Teir fyrstu tveir túrarnir vóru góðir í nøgd, har skipini komu fullfermd aftur. Síðan hevur nakað minni verið at fingið, og seinnu túrarnir hava vart í umleið eina viku.

Reiðarin sigur, at eitt er nøgdin. Annað er prísurin, og higartil í gulllaksavertíðini í ár hava teir fingið 4,70 krónur fyri kilo av gulllaksi.

- Í fjør fingu vit 5,20 krónur fyri kilo. Vit vónaðu, at prísurin í ár fór at verða nakað betri í vertíðini í ár, men soleiðis hevur ikki verið higartil.

Dánjal í Skálum vísir á, at korona-kreppan kom so bráddliga, og hann væntar eisini, at afturgongdin í gulllaksaprísinum helst er eitt sindur tengd at lágu norsku krónuni.

- Tá tú fæst við fiskiveiði, veitst tú, at tað ongantíð hongur bara væl, heldur ikki bara illa. Vit hava verið í skiftandi tíðum, og í løtuni er fiskaprísurin lágur.

Reiðarin væntar, at prísurin fer at javna seg aftur, tá umstøðurnar broytast. Oljan er eisini vorðin bíligari, og tað lættir so hinvegin nakað um hjá trolarunum.

- Vit vóna sjálvandi, at støðan fer at broytast, men vit missa ikki vónina við fyrsta nos, leggur reiðarin, Dánjal í Skálum, aftrat.

Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir meginpartin av veiðini hjá Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum, og higartil í vertíðini hevur virkið í Leirvík keypt allan fiskin.