Føroya Banki: 88 milliónir í avlopi

Fyrra hálvár royndist væl hjá Føroya Banka. Hálvársúrslitið vísir eitt avlop fyri skatt upp á 88 milliónir krónur, og nettorentuinntøkurnar øktust úr 151 milliónum krónum upp í 201 milliónir krónur.

Við tænastugjøldum og inntøkum frá tryggingarvirksemi øktust nettoinntøkur bankans úr 179 mió. kr. upp í 242 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 35 prosent.

Niðurskrivingarnar hjá Føroya Banka fyrra hálvár í 2009 vóru 56 mió. kr. Útlán og ábyrgdir vóru tilsamans 8,1 mia. kr., og niðurskrivingarnar svaraðu tí til 0,7 prosent.

Solvensurin hjá Føroya Banka er nú 22 prosent, og gjaldførið er 197 prosent yvir lógarkravið. 

Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sigur, at Føroya Banki vísir sína styrki í eini annars ófriðarligari búskaparligari tíð.

- Vit leggja stóran dent á at veita kundunum eina effektiva tænastu og at hava ein varnan kredittpolitikk. Úrslitið fyrra hálvár og avmarkaðu niðurskrivingarnar vísa, at okkara háttur at reka banka riggar, sigur Janus Petersen.
 
Føroya Banki søkti í juni um hybridan kjarnukapital frá danska statinum á 212 mió. kr., hóast bankin er millum 10 teir størstu bankarnar í ríkinum mátað eftir marknaðarvirði. Hetta varð gjørt, tí bankin vil menna seg og brúka teir møguleikar, sum danski bankasektorurin bjóðar.

- Vit bíða við tolni eftir røttu løtuni á danska marknaðinum og ætla at veita privatkundum og smærri vinnulívskundum tænastur. Eins og í Føroyum ætla vit at leggja dent á lágan kredittváða, sigur Janus Petersen. 
 
Føroya Banki hevur fyrr mett, at úrslitið fyri 2009 fór at gerast millum 165 mió. kr. og 195 mió. kr. fyri skatt, virðisjavnan og gjald fyri Bankapakka 1. Henda meting er óbroytt. 
 
Útlánini hjá Føroya Banka vóru 30. juni í ár tilsamans 7,4 mia. kr. samanborið við 7,7 mia. kr. við ársbyrjan 2009. Innlánini vóru 5,5 mia. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við 5,5 mia. kr. við ársbyrjan.

Starvsfólka- og umsitingarútreiðslurnar vóru 103 mió. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við 105 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Talan var sostatt um eina lítla minking.

Eginpeningurin hjá Føroya Banka er nú 1.569 mió. kr. samanborið við 1.524 mió. kr. við ársbyrjan. Fíggjarjavnin er 9,6 mia. kr.