Føroya Fróðskaparfelag 50 ár

17. desember í ár eru 50 ár liðin, síðani átta menn komu saman í Bátahøllini á Debesartrøð at stovna eitt føroysk vísindafelag. Navnið gjørdist Føroya Fróðskaparfelag og mið tess at 1) at taka upp samstarv við tey fólk her á landi, sum áhuga hava fyri vísindaligum starvi, 2) á føroyskum at geva út Fróðskaparrit, ið er felagsárbók, 3) at fáa til vegar vísindaligar bókmentir og virka fyri at fáa settan á stovn ein ognargrunn og soleiðis royna at leggja støðið undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum.
Hetta vóru høg mið at seta sær í 1952, men væl hevur vignast. Limatalið er vaksið til 165, harav 100 eru búsettir í Føroyum, 50. bók av Fróðskaparritum kemur út í ár, hópin av vísindaligum bókmentum eru fingnar til landið í býti við Fróðskaparrit - og seinni Supplementa til Fróðskaparrit - og ikki einans støðið, men sjálvur lærdómsstovnurin var veruleiki longu í 1965, tá ið løgtingið samtykti lóg um Fróðskaparsetur Føroya.
Og so er hetta bert partur av avrikum felagsins. Her er fyrst og fremst at nevna Málstovnin og Orðabókagrunnin, ið hava verið til almikið gagn fyri føroyskt orðabókastarv. Mikla forlagsvirksemi felagsins við orðabókum og vísindaritum av ymsum slag er ein annar sera týðandi táttur. Og aftrat Fróðskaparritum hava vit nú fingið almenna vísindatíðarritið Frøði.
Felagið hátíðarheldur 50 ára stovningardag sín við tiltøkum í Norðurlandahúsinum 23.-25. oktober. Tey fevna um almenna fyrilestrarøð við heitinum ?Úrvalsfyrilestrar - dømi um føroyska gransking í nútíðini?, almenna samkomu við heiðursfyrilestri til áminnis um Chr. Matras professara, handing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk, og at enda hátíðarløtu og móttøku.