14. oyggjaleikirnir eru farnir aftur um bak. Føroyar gjørdust nummar fýra á hesum oyggjaleikunum við 20 gullheiðursmerkjum, 20 silvurheiðursmerkjum og 15 bronsuheiðursmerkjum.
Síðani oyggjaleikirnir byrjaðu á Isle of Man í 1985 hava Føroyar vunnið 500 heiðursmerki. 162 gullheiðursmerki, 155 silvurheiðursmerki og 183 bronsuheiðursmerki.
Hetta gevur Føroyum eitt fimta pláss á tí samlaða yvirlitinum yvir vunnin heiðursmerki, síðani 1985. Hóast tað eru mong ár síðani, at Ísland valdi Small Nation Games framum oyggjaleikirnar, so eru íslendingar enn nummar 11 á tí samlaða søguliga yvirlitinum. Malta valdi eisini, eins og Ísland at satsa uppá Small Nation Games, sum eru leikir, sum eru undir tí olympiska regnsskjólinum. Kanadiska Prince Edward Island hevur eisini trekt seg úr oyggjaleikasamstarvinum.
Heiðursmerkjayvirlitið aftaná 14 oyggjaleikir (1985-2011) er hetta :
Gull Silvur Bronsa (Tilsamans)
1 Jersey 418 408 387 (1203)
2 Isle of Man 343 333 353 (1029)
3 Guernsey 335 349 363 (1047)
4 Gotland 208 173 170 (551)
5 Føroyar 162 155 183 (500)
6 Áland 153 160 134 (447)
7 Isle of Wight 150 138 182 (470)
8 Caymanoyggjar 65 44 49 (158)
9 Saaremaa 60 72 71 (203)
10 Bermuda 56 54 64 (174)
11 Ísland 50 45 41 (136)
12 Rhodos 50 43 43 (136)
13 Gibraltar 44 48 74 (166)
14 Hetland 37 52 81 (170)
15 Minorka 28 25 33 (86)
16 Orknoyggjar 19 31 37 (87)
17 Ynis Mon 19 30 38 (87)
18 Grønland 15 19 26 (58)
19 Prince Edward Island 6 6 9 (21)
20 Malta 6 2 2 (10)
21 Hebridurnar 3 5 13 (21)
22 Sark 2 8 6 (16)
23 Falklandsoyggjar 1 5 11 (17)
24 Hitra 1 2 0 (3)
25 Frøya 1 1 2 (4)
26 Alderney 0 2 3 (5)
27 Sankt Helena 0 0 2 (2)