D. Petur Højgaard, Kommunulækni
Eri limur í Kommunulæknafelag Føroya. Fari í trimum greinastubbum at umrøða ymisk viðurskifti í arbeiði okkara. Endamálið er ikki at drýta í egið reiður, men at gera vart við, at kommunulæknarnir, um teir vóru betri mannaðir, betri útbúnir og betri skipaðir, kundu røkt starv teirra við størri nøgdsemi, betri viðgjørdum og nøgdari sjúklingum. Her er annar skvettur.
Visiónir
Løgmaður hevur eina visión um einar betri Føroyar ár 2015. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fyri sín part sett fokus á heilsu okkara. Hjálptur av einum arbeiðsbólki er hann farin í hernað ímóti sonevndu vælferðarsjúkunum. Hann vil hava okkum at eta minni, røra okkum meiri, kvetta við tubbakkið o.s.fr.
Hugsanin er røtt: at forða fyri sjúkum elvdar av skeivum livihátti heldur enn at at brúka orku og pening uppá viðgerð, tá sjúka er komin.
Amboðið
Týdningarmesta amboð heilsumálaráðharrans at fyribyrgja sjúku eru føroysku kommunulæknarnir. Vit fáast hvønn dag við slíkt arbeiði. Dømi eru fyribyrgjandi kanningar av børnum, barnakonum, kanning fyri krabba í lívmóðirhálsi. Eisini kanning og viðgerð fyri blóðtrýst, økt fitievni í blóðinum og fyri sukursjúku eru dømi um atgerðir ætlaðar at fyribyrgja sjúku hjá annars ofta frískum fólkum.
Eftirbátar
Loyvi mær at meta, at hóast ávíst fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt, liggur nógv eftir. At vit eisini á hesum øki eru aftanfyri aðrar. Umvæla heldur enn at røkja, fyribyrgja. At tað fokus, sum eitt nú danir hava sett á málið, ikki er at finna hjá okkum.
Annað dømi er, at rødd okkara ov sjáldan hoyrist í almenna orðaskiftinum um fyribyrging av sjúkum ella um heilsuspurningar yvirhøvur. Óvargaliga kann vera sagt, at vit avmarka okkum til eina kunning á heysti um, at nú man vera tíð at koppseta fyri influenzu.
Støðan er ikki nøktandi. Orsakirnar eru fleiri. Tvinnar eru eyðsýndar:
vit eru ov illa mannaðir. Hava bert orku til mest átrokandi arbeiðið umvælingarnar, um ein vil.
Vit brúka orkuna skeivt. Eru ov illa skipaðir.
Dømi um hetta seinra er óneyðugt vaktarbeiði.
Vaktarskipanin
Núverandi vaktarskipan er dømi um, at vit nýta orku okkara skeivt. Í løtuni eru 5 kommunulæknar á vakt fyri oyggjarnar Vágoy, Streymoy, Eysturoy og Norðuroyggjar. Hesir læknar skulu aftaná fullan arbeiðsdag hava vakt um kvøldið og um náttina, summir annan ella triðja hvønn dag. Tað er eyðsæð, at hetta ávirkar arbeiðið um dagin bæði viðvíkjandi orku og góðsku.
Nevnda tal fyri vaktina átti at verið tveir um kvøldið og ein um náttina.
Eftir umbøn frá Heilsumálaráðnum lat nevnd við luttøku av kommunulæknum og umboðum frá Heilsumálaráðnum seinast í 2003 úr hondum uppskot um nýggja vaktarskipan fyri miðøkið, tvs. Vágar, Streymoy og Eysturoy. Fíggjarligi parturin av hesum uppskoti var við samráðing ímillum serliga Kommunulæknafelagið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya fingin uppá pláss.
Ávíst orðaskifti var millum kommunulæknarnar um skipanina, men á eykaaðalfundi um várið 2005 var við greiðum meiriluta samtykt at seta hana í verk, byrjandi aftaná summarfrítíðina. Endamálið við skipanini er partvíst at minka um yvirarbeiðið, so at meiri orka fæst til skipað dagarbeiði. At rationalisera vaktararbeiðið, so minst møgulig manning er á vakt. Partvíst at fáa eitt javnari býti av vaktararbeiðinum við eins nógvum vaktum til hvønn lækna. Uppskotið fevndi eisini um onnur viðurskifti so sum vaktarhøli og hjálparfólk.
Stígur í
Sum kunnugt er skipanin ikki fingin at virka. Umstøðurnar eru broyttar. Nevnda uppskot nevndi Norðoyggjar sum eitt sjálvsagt øki at hava við, tá undirsjóvartunnilin kom. Nú hesin er veruleiki, er neyðugt at viðgera málið av nýggjum. Mest av øllum hava kommunulæknarnir í Klaksvík tørv á eini hjálpandi hond at minka um arbeiðsbyrðuna . Arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum í Klaksvík eru góðar á tann hátt, at teir hava fingið nýggj og vælútgjørd viðtaluhølir. Við ov lítlari og skiftandi manning er hinvegin arbeiðsbyrða teirra hin størsta í landinum. Hesin veruleiki og nógvu vaktirnar koma sum frálíður at hava við sær, at Klaksvíkin og onnur støð við verða avtoftaði fyri kommunulæknar, fáast ikki neyðugar ábøtur.
Onki fokus
Fokus hevur í seinastuni verið á Klaksvíkar sjúkrahús og tess leiklut fyri norðingar og føroyingar allar, nú umstøðurnar við tunnlinum og betraða sambandinum við meginøkið broyttust. Tað er viðkomandi at kjakast um eitt nú øktu møguleikarnar fyri samstarvi ímillum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, um ambulansutænastuna og annað mangt.
Hin vegin kann verða spurt, hvat fyri fokus er á primeru heilsutænastuni í Norðoyggjum, nú tunnilin kom.
Tað er eitt lítið undur, sum hendir teimum sjúklingum, sum við pínu fara haltandi inn á sjúkrahúsið í Klaksvík og koma út aftur við normalum gongulagi og pínuleysir. Men við hugsan um tað, ið frammanfyri er sagt um fyribyrging, hvør hugsar um teir norðingar, sum ganga við hækkaðum blóðtrýsti, hækkaðum kolesteroltali og sukursjúku, og sum eingin veit um, tí orka er ikki hjá kommunulæknunum at finna og viðgera teir?
Avleiðingar
Nevni hetta , av tí at serliga polittikarar í Klaksvík og í Vágum alment hava ivast í, um ein nýggj vaktarskipan fer at gagna sjúklingunum í teirra øki. Fyri norðingar er støðan púra greið. Um ikki arbeiðsbyrðan minkar, er vandi fyri, at eingin fastur kommunulækni framyvir verður í Klaksvík. Sama støða kann væntast í Vágum, tí nýggja ættarliðið av læknum ynskir ikki at virka undir eini skipan við tveyskiftis vakt. Um nakar ivast í hesum, so spyr ungu læknarnar.
Vit sýndu ábyrgd
Í hesum máli hava kommunulæknarnir víst ábyrgd, hava roynt at betra um arbeiðsumstøður teirra, sjúklingunum at gagni. Meti, at politiski myndugleikin ikki hevur víst sama vilja ella neyðugt hegni í hesum máli.
Hugburðsbroyting
Treytirnar fyri eini vælvirkandi vaktarskipan eru fleiri. Ein er broyting av hugburðinum hjá sjúklingum, hjá læknum og hjá politiska myndugleikanum.
Sjúklingurin eigur at gera sær greitt, at bert bráfeingis læknahjálp fæst í vaktini. At sjúklingurin undir vanligum umstøðum skal fara til læknan, ikki øvugt. At neyðugt kann vera at ferðast í bili ávísan tein til vaktarviðtaluhølið. Afturfyri fær hann trygd fyri, at kommunulæknin virkar undir optimalum umstøðum, eins og sjúklingurin í bráfeingis støðu í nógvum førum er nærri teimum læknum, sum skulu taka yvir, gerst innleggjan neyðug.
Kommunulæknarnir eiga at gera nýggja vaktarskipan. Tað eru teir og ongin annar, sum megna at leggja slíka skipan til rættis og taka ábyrgdina av, at hon virkar. Mín meting er, at eitt gott samstarv ímillum læknarnar í eini skipan við einum kommunulækna í vakt fyri økið Vágoy og Streymoy og einum fyri økið Eysturoy og Norðuroyggjar fram til miðnátt er nøktandi. Um náttina er nóg mikið við einum lækna fyri økið alt, um neyðug hjálp fæst frá ambulansutænastuni og frá sjúkrahúsunum báðum.
Politikararnir, tað verið seg í landsstýri ella løgtingi, eiga at hava álit á, at kommunulæknarnir í hesi roynd at betra um arbeiðsumstøður teirra virka við ábyrgd. Landsstýrismaðurin í heilsumálum eigur at skipa so fyri, at neyðuga samarbeiðið við aðrar fakbólkar fæst at virka væl, og at fíggjarliga grundarlagið fyri skipanini er ílagi. Í aðrar mátar eiga kommunulæknarnir sjálvir at avgera, hvussu teir á besta hátt skipa arbeiði teirra. Hetta er forrestin eisini galdandi fyri visitatión av sjúklingum til sjúkrahúsini. Hvør er betur enn kommunulæknin førur fyri at avgera, hvaðar sjúklingurin í akuttari støðu skal fara?
Visiónir eru góðar at hava, bæði hjá læknum og politikarum.Tað hevur tó eisini týdning at síggja tað, ið liggur beint fyri framman. Sovorðið sum vaktarskipanarmálið. Hví ikki loysa tað?
Come on!
Á Sandi 20. juni 2006