HB-ÍF 0-4 (0-0)
Næstbesta liðið hjá HB var í ringum skørum, tá teir leygardagin skuldi taka móti gestunum úr Fuglafirði.
Níggju leikarar klárir
Tosað verður ofta um, at stóru feløgnini hava ta breidd, sum er neyðug fyri at gera seg galdandi í oddinum, men hetta tykist tó ikki vera støðan hjá HB í løtuni.
Sum skilst á lagnum, so vóru bert níggju leikarar tøkir leygarmorgunin, men at enda fingu teir tó fatur á nøkrum leikarum, sum annars hava verið burturi frá fótbóltinum í eina tíð, solieðis at teir í manntalið vóru fullmannaðir, tá dysturin byrjaði.
Talan var tó um eitt rættuliga skert lið. Ein hin týdningarmesti leikarin hjá liðnum, Gunnar Mohr, var nevnliga burturstaddur, so ábyrgdin fyri málskjótingini skuldi ístaðin leggjast á aðrar leikarar.
Tveir av hesum vóru uttan iva Eyðun Samuelsen og rumenski Gigi, sum nú er byrjaður aftur at venja, men hvørgin teirra megnaði at spæla meira enn ein hálvleik.
Avgjørdu seinna umfarið
Tað ÍF, sum hevði bóltin hevði meira allan fyrra hálvleik, men tað eydnaðist teimum tó ikki at gera nakrar skreytir móti HB verjuni, sum stóð seg væl fyrstu trý korterini.
Tað mundi tó einamest bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol varð sett á, og tá fryst Eyðun Rygshamar hevði sett hol á tíðliga í seinna hálvleiki, mistu teir á heimaliðnum trúnna upp á, at talan skuldi gerast um eitt líkinda úrslit.
Jógvan Arnfinn Jacobsen økti til bæði 2 og 3-0, áðrenn Bárður á Lakjuni við einum beinleiðis frísparki kundi staðfesta trygga sigurin við einum beinleiðis frísparki.
Spurningur um hugburð
Við sigrinum togaði ÍF seg nakað nærri oddinum, har teir nú eru 3 stig aftan fyri oddaliðini, TB og EB/Streym.
Einki er at ivast í, at fuglfirðingarnir fegnir vilja vinna seg upp aftur í fremstu deildina, men higartil hava avrik teirra verið alt ov óstøðug.
Tað hava tey so sanniliga eisini verið hjá HB, men seinastu tíðina hevur pílurin fyri mesta peikað niðureftir hjá høvuðsstaðarfelagnum.
Ein skuldi annars hildið, at tað ikki skuldi verið nakar trupulleiki hjá einum av størstu feløgunum í landinum at manna tvey lið, men kaldi veruleikin á stigatalvuni sigur nakað annað.
HB er nú bert eitt stig omanfyri KÍ, sum framvegis er á niðasta plássinum, men verður hugburðurin hjá leikarunum ikki broyttur, er vandi fyri at teir detta enn longur niður á stigatalvuna.
Tá leikarar fara á jóansøku, heldur enn at spæla landskappingardyst, er í øllum førum okkurt, sum bendir á, at uppgávurnar ikki verða tiknar í nóg stórum álvara.
HB-ÍF 0-4 (0-0)
0-1: Eyðun Rygshamar
0-2: Jógvan Arnfinn Jacobsen
0-3: Jógvan Arnfinn Jacobsen
0-4: Bárður á Lakjuni