Fáa 848 milliónir í inntøku næsta ár

Tað er næstan fimm prosent meiri enn í ár

Næsta ár fer Tórshavnar Kommununa at fáa eina inntøku upp á 848 milliónir krónur. Tað er grundarlagið undir virkseminum hjá kommununi, nú býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Í ár fóru inntøkurnar hjá kommununi 810 milliónir, so vøksturin er 4,9 prosent. Samstundis fer tað at kosta 645 milliónir at reka Tórshavnar Kommunu næsta ár, og tað er 3,2 prosent meiri enn í ár, tá ið raksturin kostaðir 625 milliónir.

 

Næsta ár eru 330,5 milliónir settar av til íløgur.

 

Meiri nágreiniliga kann sigast, at næsta ár verður inntøkan av kommunuskatti mettur at verða 679,8 milliónir, og tað er 5,9 prosent meiri enn í ár.  Harafturat er partafelagsskatturin mettur at verða 20 milliónir krónur næsta ár, sigur Tórshavnar Býráð, nú fíggjarætlanin er samtykt.