Sambært heimasíðuni hjá Havsbrún eru ikki so nógvar landingar í Fuglafirði hesa vikuna.
Sagt verður, at tvey skip, Ango og grønlendska skipið, Polar Amaroq, eru einastu skipini.
Ango hevur 1300 tons, og Polar Amaroq hevur eina minni nøgd, 200 tons av svartkjafti.
Í síðstu viku landaðu fýra skip í Fuglafirði, og eisini hjá hesum skipum var veiðan svartkjaftur.
Katrin Jóhanna hevði 1150 tons, Ango 1630, Fagraberg 2850, og grønlendska skipið Tasiilaq hevði 2050 tons.