Sunnudagin varð nýggi salurin hjá brøðrasamkomuni á Sandi tikin í nýtslu
Søgan aftanfyri hendan salin er í stuttum hon, at Anna Hansen, vanliga nevnd Anna á Tanganum, arvaði eitt grundøki, sum hon gav til at byggja salin Zion á. Hetta var fyrst í fimti árunum. Saman við norsku Kristensu Gaasland og øðrum, høvdu tær sunnudagsskúla og møti í hesum sali so leingi tær kundu. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi samkoman í Betania í Skopun av, at tey skuldu gevast við at hava møti og sunnudagsskúla í Zion, og heldur burturav taka sær av virkseminum í Betania í Skopun.
Seinastu árini hevur Sands kommuna leigað Zion til barnagarð. Av tí at samkoman í “Elim” hevur búleikast í einum sera lítlum sali í mong ár, hevur samkoman hugsað um at fingið annað høli til virksemi sítt. Tá ið so samkomuni í “Elim” stóð í boði at keypa “Zion”, varð hetta gjørt fyri einum góðum ári síðani.
Beinanvegin var farið til verka at gera neyðugar umvælingar: Vindeygu vóru skift út, alt húsið varð bjálvað væl og virðiliga, lagt varð á gólvið, veggir og loft vórðu klædd, køkur varð umvældur og gjørdur av nýggjum, nýggjur hitaketil var keyptur, ljós og mangt annað varð gjørt av nýggjum. Húsið varð málað av einslistum, alt sum tað var í ljósum og lívgandi litum.
Stórfingin fagnaðarløta
Sunnudagin 1. november kl. 17 var fagnaðarløtan sett í nýumvælda “Zion”. Fólk fingu sess á nýggjum og polstraðum stólum, so langt tað røkk, restin av stólunum varð lænt úr missiónshúsinum. “Zion” var stúgvandi fullur av fólki, ið var komið ymsastaðni úr landinum, hóast hátíðarløtan ikki var alment lýst.
Sonni Poulsen, er uppvaksin heima á Sandi, og hevur verið trúboðari á Papua Ný Guinea í mong ár, setti løtuna og beyð fólki vælkomin. Nýggi borgmeistarin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, bar fram heilsan frá kommunustýrinum og ynskti tillukku við endunýggjaða “Zion”.
Heilsanir vóru eisini bornar fram frá ymsu samkomunum í oynni, sum ynsktu alt tað besta fyri verkinum í ”Zion”. Sølvi Mortensen, sum umboðaði missiónshúsið á Sandi, segði, at onkur hevði einaferð sagt, at tær ymsu samkomurnar vóru at samanbera við ymiskar hagapartar, men vit reka øll í somu rætt.
Einar Joensen, leiðari fyri hvítusunnusamkomuni í “Betania” í Skopun, segði hvussu glaður hann var fyri at húsið, sum teir fyrr høvdu átt, nú aftur kundi verða tikið í brúk til hetta sama endamáli: At bera boðskapin um Jesus til menniskju. Hann ynskti Guds signing í verkinum. Sama gjørdi Jógvan Lamhauge, sum umboðaði missiónhúsið í Skopun. Hann var so fegin at kunnu vera við og at gleðast saman við øllum hinum úr ymsu samkomunum. Fólk vóru komin ymsastaðni úr landinum. Mong av hesum bóru fram heilsanir og góðynski. Summi av hesum høvdu verið við til at umvæla og seta hetta húsið í stand. Eitt valaarbeiði. Mong vóru tey, ið høvdu orðið og ógjørligt er at nevna øll, sum vildu bera góðynski til verkið í “Zion” framyvir.
Kristensa Gaasland og Anna á Tanganum. Hesar báðar andaligu megnarkvinnur vórðu ofta nevndar av teimum sandoyingum, ið høvdu orðið og øll høvdu so ómetaliga nógv gott at siga um tær báðar, ið vóru so trúfastar at bera boðskapin um Jesus til allar bygdirnar í Sandoynni, ikki minst barnamøtini, ið tær báðar høvdu.
Sangurin dynjaði alt kvøldi av tí allar besta, bæði felagssangurin og eykasangirnir, ið vóru sungnir av Terja Dalsgaard, Egin Ørvarodd , Sølva Mortensen, Árna Jensen og Finnleif Durhuus, móðir og dóttir Kirstin og Mariu í Ullvøruhúsinum, Fríðgerð og øðrum. Øll vildu gera síttt til at hendan løtan gjørdist einn sonn fagnaðarløta, sum hon eisini var. Maria, ið er gift við Páll Hentze av Sandi, bar fram eina heilsan frá manninum, sum siglir úti. Hann minstist aftur á góðar dagar í “Elim”, har hann kom saman við foreldrum og systkjum
Ein rimmar máltíð var eisini gjørd til við drekkamunni, tvíflísum og køkum, sum vóru framúr.
Samanumtikið ein serstaka væl fyrireikað og væleydnað løta, sum vísti at ymsu samkomurnar hava stóra virðing hvør fyri aðrari, og kunnu virka saman í kærleika uttan partakenslu, men stríðast fyri sama endamáli: At vinna menniskjur fyri Himmalin og verða ein signing á allan hátt fyri alla Sandoynna og fólkið har.
Svenning av Lofti