Fagraberg gjørt roktúr á svartkjaftaveiði

Kombineraða trol-og nótaskipið Fagraberg hjá Framherja hevur gjørt ein rættiligan roktúr á svartkjaftaveiði undir Føroyum

Fiskivinna

3254 tons av svartkjafti.
Tað er størsta nøgd, sum nakar svartkjaftabátur hevur landað í Fuglafirði nakrantíð.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning.
- Vit hava selt tey 3254 tonsini fyri umleið 4,5 mió krónur, og tað er rættiliga góð søla til ídnað.
Hann vísir á, at prísurin á fiski til ídnað er góður í løtuni, og tí er hugsandi, at hetta eisini er metsøla til ídnað.
Heimasíðan hjá Norðlýsinum veit frá skiparanum, Høgna Hansen úr Oyndarfirði, at siga, at manningarparturin hendan túrin, sum vardi í 11 dagar, er 65.000 krónur.
- Eg havi ikki roknað uppá hetta enn, so hetta eru ikki míni tøl, sigur reiðarin, sum kortini heldur, at hetta man fara at vera á góðari leið.
Sjálvur heldur hann, at nøgdin hesaferð gjørdist størri enn áður, tí veðrið var so vánaligt upp undir endan av túrinum.
- Tá túrurin fer at halla, og skipið fyllist, kann tað hava týdning fyri stúvingina av fiskinum, um ringt er í sjónum. Við rullinum stúvast fiskurin eisini betur, og tí gjørdist nøgdin hesaferð størri enn nakrantíð áður.
Men, leggur hann aftrat, at talan er helst bara um tað eina prosentið í nøgd á muni á hesum túrinum og onkrum øðrum túri, sum skipið hevur gjørt.
- Fagraberg fór útaftur í gjár, og nú eru teir farnir at leita eftir svartkjafti. Helst byrja teir túrin á somu leið, sum teir góvust, men enn vita teir ikki, um nakar fiskur er á leiðini í løtuni, sigur reiðarin, Anfinn Olsen.
Fagraberg fiskaði í 2006 fyri góðar 80 mió krónur.