FAKFELØGINI SLEPPA AT MÓTMÆLA Á TINGHÚSVØLLINUM

Hvørki Løgtingið ella Løgtingsskrivstovan hava lagt fakfeløgunum forðingar í vegin í samband við mótmælisgonguna seinnapartin. Feløgini hava fingið loyvi at seta røðarapallin upp framman fyri Løgtinginum, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni

Internet-Sosialurin, fríggjadagur: ­ Tað er ikki rætt, sum Internet Sosialurin ber fram, at Løgtingið á nakran hátt hevur noktað fakfeløgunum at seta røðarapallin upp framman fyri tinghúsið.


Hetta sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sum ikki var sørt bilsin, tá hon hoyrdi tíðindini endurgivin í útvarpinum í morgun.


Hon sigur, at umboð fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, sum tey plaga, vendu sær til løgtingsskrivstovuna, og spurdu um tey kundu seta røðarapallin upp framman fyri løgtingið, og tað var sjálvandi gaman í, sigur Súsanna Danielsen.


Sostætt hevur løgtingið ella løgtinsskrivstovan ikki á nakran hátt lagt forðingar fyri mótmælisgonguni hjá fakfeløgunum, sum verður klokkan 15 seinnapartin í dag.