Feðgarnir á Borg verða á Toftum

Betri deildin menn: Fríði á Borg verður at síggja á Toftum komandi kappingarár

Mynd: (B68) Fríði á Borg og Høgni Petersen, formaður í B68

B68 er væl áleiðis við fyrireikingunum til komandi kappingarár. Fyri tað mesta hevur talan verið um sáttmálar við spælarar, sum longu eru í felagnum. Nú er fyrsti nýggi spælarin kungjørdur. Talan er um 20 ára gamla Fríða á Borg, sum er sonur venjaran, Jákup á Borg.

 

- Fríði á Borg er reyður. Tað er ikki ringt, at síggja hvar hesin hoyvíksmaðurin stammar frá. Fríði er 20 ár og hevur áður spælt við B36, Undrið og FC Hoyvík. Komandi árið verður hann so at síggja í reyðum, skrivar B68.

 

Fleiri sáttmálar eru komnir upp á pláss og felagið hevur longt við spælarar sum Áka Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríða í Túni Petersen, Hjalta Strømsten, Hjarnar Johansen, Tórð Thomsen, Ragnar Samuelsen og Alex Mellemgaard, umframt tey trý brøðrapørini, Esmar og Karstin Clementsen, Villiam Emil og Bartal Páll Klein, og Aleksandur og Bárður Ó. Jensen.

 

Tað er eisini greitt at danski málverjin, Benjamin Schubert, ikki heldur fram í felagnum. Nýggjur málverji í hópinum verður Terji Þór Brynjarsson.

 

Mynd: (B68) Fríði á Borg og Høgni Petersen, formaður í B68