Ferðafrásøgn: Við 12 kuffertum til Kenya

Laila og Leif av Reyni og familja teirra eru í Kenya í hesum døgum. Her eru myndir og ferðafrásøgn.

Laila og Leif av Reyni eru í hesum døgum í Kenya saman við báðum børnum teirra, Natasju og Eivind, eins og foreldrini hjá Leif eru við, Sigrun og Eivind eru eisini við. Komandi vikurnar fer Laila av Reyni at skriva ferðafrásøgn til in.fo við tilhoyrandi myndum. Undir hesari frásøgn eru tær fyrstu myndirnar frá føroyska ferðalagnum. 

 

 

 

Fyrsta ferðafrásøgnin úr Kenya

Eftir Lailu av Reyni

 

 

Nú hava vit verið her í eina viku og dagarnir hava verið á tremur við ríkum upplivingum. Við okkum høvdu vit 12 smekfullar reisu taskur, plus 4 stústappaðar hondbagasjur við gávum úr Føroyum, sum eg fari at ’avdúkað’ komandi vikurnar.

 

 

Hvar byrjaði hugurin til Kenya? Tað var Hans á Bakka, sum fortaldi manni mínum Leif um henda seymiskúlan, fyri nøkrum árum síðani. Eg arbeiði sum lærari á Klædnadeildini á Glasi og elski at arbeiða við ungdómi, føldi tað sera nærliggjandi at stuðla nøkrum ungum gentum í Kenya, so tær kundu fáa eina útbúgving, sum eg sjálv undirvísi í. Eg helt at tað var áhugavert at síggja, hvussu mánaðarliga upphæddin, ið vit goldu til eitt sponsur barn varð brúkt og fyri trimum árum síðani valdu vit at fara avstað og síggja henda skúlan.

 

Tann vitjanin sannførdi okkum um at pengarnir komu til góða nyttu og gjørdu ein mun. Fátækar gentur, sum myndaliga sæð onki bein hava at standa á, fáa við hesi útbúgving eitt bein at standa á og møguleika til eina bjartari framtíð. NLAI er ein hjálparfelagskapur fyri fátæk børn og ung, og virkar í Nakuru Kenya. NLAI hava ein ókeypis fólkaskúla, barnagarð, barnaheim, kreppuhús fyri kvinnur, betalir lestrargjøld fyri víðari útbúgvingar og so hava tey seymiskúlan, sum vit hava hjálpt til á.

 

 

Tað eru trý ár síðani vit vóru her seinast og orskin til, at vit avgjørdu at fara aftur til Kenya nú er millum annað tí, at dreingirnir á barnaheiminum á NLAI hava, við peningaligum stuðli úr Føroyum, fingið ein nýggja flottan bygning, sum teir skulu flyta inn í og vit ynsktu at verða við til ‘the opening’ og gleðast saman við teimum. Merkið veittraði saman við Danmark, Kenya, Australia og Bretlandi, sum ein tøkk fyri at hava latið stuðul til henda nýggja flotta bygning. Eivind og Samuel standa avmyndaðir framman fyri flotta málningin sum Livar Nysted hevur málað og givið til nýggja dreingjaheiminum.

 

 

Til ”the opening” so vístu næmingarnir á skúlanum seg frá teirra absolut bestu síðu við afrikanskum dansi, sangi og fimleiki fyri teimum útlendsku gestunum. Næmingarnir á seymiskúlanum toppaðu tiltakið av við flottari mótasýning. Vit hjálptu til við at gera hølið klárt til gestirnar, sum vóru komnir langan veg. Síðani eg var her seinast, eru fleiri av kvinnunum lidnar við útbúgvingina sum klædnaatstøðingur, men tær, sum vóru 1.árs næmingar seinast eg var her, eru 4.árs næmingar nú. Tað var so deiligt at sígga tær aftur.

 

 

Við mær hevði eg tvey kuffert við brúktum klæðum, sum mínir næmingar á klædnadeildini á Glasi hava givið. Vit royndu at deila klæðini so kristiliga, sum møguligt. Niðanfyri standa tær avmyndaðar í ’nýggju’ klæðunum. Nú hava tær í hvussu er tvey sett av klæðum hvør. Eisini okkara børn Eivind og Natasja eru glað fyri at møta teirra bestu Kenya vinum aftur. Á mynd niðanfyri standa tey avmyndaði saman við Samuel og Mary, sum eisini eru syskin. Tey eru foreldraleys og búgva á barnaheiminum.  Enn hava vit bara verið her í eina viku og Natasja er totalt follin til. Hon hevur luttikið sum næmingur í undirvísingini og hon situr í fríðkorteri mitt í rokanum og lærir børnini tølini á føroyskum. Eivind er eisini follin væl til og hevur longu spurt um vit kunnu leingja tíðina her niðri. Eftir tiltakið fóru vit heim við okkara sponsor barni. Elizabeth Adhiambo er 20 ára gomul og býr saman við pápa hennara og trimum syskjum í einum sera fátæksligum øki. Tey hava ongan streym, einki rennandi vatn, uttandura “wc” og moldgølv. Pápin er arbeiðsleysur. So tilveran hjá Elizabeth er alt annað enn løtt. Vit tóka hana út við okkum at eta og keypti henni ‘proviant’ heim við til familjuna. Vit koma at brúka tíð saman við henni, tíðina vit eru her. Hon er í svørtum toppi frá Elsa Bech. Verforeldrini Sigrun og Eivind eru við okkum og hava fingið høvið at møta teirra sponsor dóttir, sum eitur Hellen. Hellen er foreldraleys og býr á barnaheiminun saman við systur síni. Tær eru báðar blivnar forkelaðar av ‘mammu og babba’ við mati, klæðum, skógvum og tasku – At sleppa at slíkan shopping túr hava tær ALDRIN prøva fyrr og gleðin var over the top.

 

 

Vit hava tað øll gott og lata hoyra frá okkum aftur um eina viku.