Hetta er eitt súmbol úr einari tíð, tá Føroyar tóku seg fram vinnuliga og fóru at eksportera dygdarvøru, so tað stóð eftir. Vit fiskaðu tosk, sum varð saltaður umborð og síðani varð turkaður til klippfisk undir sólini, segði Jógvan Arge í røðuni, hann helt í sambandi við avdúkingina.
Hann kom inn á tað søguliga í staðnum, har standmyndin nú fer at standa. Hann nevndi Skibsteds Handil, sum hevði sítt Konslarapakkhús har, sum Fiskacentralurin var. Müllerskipini høvdu sína miðstøð skamt harfrá, og teir høvdu salt og goymslu í sjálvum Müllers Pakkhúsi.
Standmyndina hevur Gianfranco Nonni gjørt. Hann býr suðuri í Vági, og hevur havt samband við Føroyar seinastu átta árini. Hann hevur gjørt ymisk listarverk, sum eisini hava givið honum íblástur til hetta verkið.
Gianfranco Nonni er italiumaður, og tað vóru als ikki so fáir føroyskir klippfiskar, ið mettaðu munnarnar við Miðalhavið. Sostatt er tað heldur ikki av leið, at vita lata ein bacalaoetandi suðureuropeara ímynda sær eitt týdningarmikið súmbol fyri hesa vinnuligu og samfelagsligu menningartíð i Føroyum, segði Jógvan Arge.
Klippfiskur í søgu
Formaðurin í havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, førdi eisini fram røðu, har hann nevndi søguna hjá klippfiskinum, og hvussu hetta hevði kollvelt gerandisdagin hjá kvinnunum.
Hann nam við, hvussu føroyingar fóru til Hetlands at læra seg kynstrið at turka klippfisk, og hvussu handilsmenn við tíðini gjørdu stór turkingarpláss.
Hann kom eisini inn á kjarnan í málinum, nevniliga kvinnurnar, sum fóru at arbeiða í fiski longu langt áðrenn tað var vanligt í Europa, at kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin.
Lønin var vørur í handlinum, og fyri børnini var tað ein posi av bommum. Reiður peningur var sjáldan at síggja, segði Jákup Símun Simonsen.
Hann nevndi eisini stóra týdningin, sum klippfiskurin hevur havt fyri Føroyar langt upp í síðstu øld.
Eftir røðuna hjá Jákupi Símun Simonsen var løtan so komin, tá borgarstjórin, Heðin Mortensen, og listarmaðurin, Gianfranco Nonni, avdúkaðu standmyndina at kvinnuni, sum vaskar fisk.
Til hátíðarløtuna spældu fimm ung frá Havnar Hornorkestri, millum annað eina fanfaru til heiðurs fyri standmyndini.
Eftir avdúkingina bjóðaði býráðið til kaffi, te og køkur í Müllers Pakkhúsi.