Fiskidagar fyri livur

At eggja fiskiførum at avreiða fiskalivur, heldur enn at tveita hesa á sjógv, ber nú til at vinna sær eyka fiskidagar fyri livrina

Fiskivinna

Við kunngerð, sum varð sett í gildi í gjár, hevur landstýrið nú tikið ítøkiligt stig fyri, at sum mest av havsins tilfeingið skal verða virðisøkt í Føroyum.
Nýggja kunngerðin ber nevnliga við sær, at tað nú verður eggjað til, at fiskalivur verður førd til lands og avreidd, heldur enn bara tveitt á sjógv, soleiðis sum tað oftani hevur verið gjørt.
Agnið í hesum er, at bátar, sum avreiða livur, fáa tillutað fleiri fiskidagar. Í seinastu ásetingini av fiskidøgum varð avgerð tikin um, at dagar skuldu setast av til endamálið, og nú eru reglurnar hesum viðvíkjandi so settar í verk.
Reglurnar fevna um bátar í høvuðsbólkunum 2, 3 og 4. T.v.s partrolarar, línuskip og útróðrarbátar yvir 15 tons.
Skipanin er sett soleiðis saman, at ein hampuliga stór nøgd av livur skal avreiðast, áðrenn fyrsti dagurin verður vunnin, men at tað síðani gongur skjótari við hesum.
Partrolarar fáa seks fiskidagar fyri fyrstu 10 tonsini av livur, og síðani 1 dag fyri hvørji fýra tons.
Línuskip fáa seks fiskidagar fyri fyrstu fimm tonsini. Síðani 1 dag fyri hvørt tonsið.
Útróðrarbátar yvir 15 fáa fimm fiskidagar fyri fyrsta hálva annað tonsið av fiskalivur, og síðani ein dag fyri tonsið.

Eisini ætla til menning
Tilsamans eru 331 fiskidagar settir av til endamáli. Hartil eru 110 dagar settir av, soleiðis at hesir kunnu tillutast í sambandi við verkætlanir um gagnnýtslu av livur. Ella til serligar avtalur millum virki og fiskifør, sum hava til endamáls at gagnnýta livur. Í hesum føri skal Fiskimálaráðið í fyrsta umfari góðkenna verkætlanirnar ella samstarvið, og í øðrum lagi skal talan verða um ávísa nøgd, áðrenn fleiri dagar verða lætnir.
At enda verður staðfest, at um so er, at dagar leypa av í aðrari av hesum skipanum, kunnu teir eisini flyttast millum hesar.
Kunngerðin, sum fær gildi í dag, er virkin fyri inniverandi fiskiár. T.v.s. frá 1. september 2005 til 31. august 2006.