Fiskimenn á fjarleiðum bíligari internet

Higartil hava manningarfeløg og reiðarar gjørt tveir nýggjar sáttmálar.

Umframt sáttmálan, sum varð undirskrivaður í gjár av Felagnum Línuskipum og umboðum fyri manningarfeløgini, varð eisini nýggjur eitt ára sáttmáli undirskrivaður fríggjadagin millum teir, sum eiga verksmiðjutrolararnar og manningarfeløgini.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at býtisprosentið hjá manningini við verksmiðjutrolarum er óbroytt, 37,75%.

- Broytingin í hesum sáttmála er, at fiskimenn, sum sigla við verksmiðjuskipum, fáa bíligari internet.

Hann sigur, at manningin hevur goldið 20 krónur fyri hvønn mynstraðan dag í interneti, men nú verður hetta gjald 7,80 krónur.

Í dag eru samráðingar millum manningarfeløgini og Felagið Rækjuskip, og hósdagin - tað er í morgin - verða samráðingar millum teir, sum eiga ísfiskatrolararnar og manningarfeløgini.

- Ætlanin er at taka samráðingarnar við teir, sum eigar partrolararnar og lemmatrolararnar, undir einum, um tað letur seg gera.

Jan Højgaard væntar ikki, at tað verða lættar samráðingar millum teir, sum eiga ísfiskatrolararnar og manningarfeløgini, og her er tað serliga luttøkan í oljuútreiðslunum, sum skilir partarnar.

Myndin av Ennibergi er tilvildarlig.