Russland framdi fleiri álop á mál í Ukraina á tjóðardegi landsins - ársdegnum, tá Ukraina gjørdist leyst av Sovjetsamveldinum í 1991.
Álopini komu samstundis, sum fleiri evropeiskir leiðarar vóru á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í samband við tjóðardagin.
Í næst størsta býi landsins, Kharkiv, lótu í minsta lagi trý fólk lív, og fleiri vórðu særd, veit guvernørurin í økinum at siga.
Russiski herurin sigur seg eisini hava lopið á tangaskip á Svartahavinum, sum flyta brennievni og smyrjolju til ukrainskar herdeildir.
Haraftrat sigur russiski herurin seg hava lopið á eina havn, sum verður brúkt av ukrainska herinum.
Á hinari síðuni sigur Ukraina seg hava lopið á russisk skip í Svartahavinum, umframt at landð hevur lopið á mál í Russlandi.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi.











