Streymurin verður góður hesa vikuna, og veðurútlitini eru eisini góð.
Tí roknar Fiskamarknaður Føroya við, at nakað verður av útróðrarfiski. Helst verður talan um blanding av toski, hýsu og hvítingi.
Um útlitini hjá djúpvatnstrolarunum sigur marknaðurin, at bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum. Teir partrola og koma væntandi inn at landa í dag.
- Ein djúpvatnstrolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og kongafisk. Hann frystur umborð. Ein er á djúpum vatni undir Føroyum og fiskar stinglaks og landar uttanlands.
Allir partrolararnir fiska upsa, og teir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur.
Trý pør eru á gulllaksaveiði.
Um trolbátarnar, sigur Fiskamarknaður Føroya, at fimm bátar koma inn at landa í dag. Tveir fiska tosk og hýsu, og hinir tríggir hava verði á landleiðini.
- Teir hava ein blanding av flatfiski og toski.
Seinni í vikuni koma tríggir trolbátar av landleiðini inn at landa. Teir hava eisini eina blanding av flatfiski og toski.
- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er smáligur, verður sagt á Fiskamarknaði Føroya.