Tað er mentanarvika í Runavíkar kommunu. Síðsti dagur er í dag, og talan var um flott uttandura punktum, tá ið Skála í dag í kommunuuppgerðini undir Mýruhjalla hevði vitjan av oddaliðnum NSÍ.
Úrslitið var 3-3 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin, vísti máltalvan 2-3. Tá vann heimaliðið fríspark uttanfyri brotsteigin og mitt fyri. Vongverjin í høgru Bjarti Thorleifsson lyfti hegnisliga bóltin omanfyri manngarðin, og bólturin brast í nettakið dygst úti við stólpan.
So var øgiligur fagnaður í heimaleguni, meðan teir gulu og svørtu vóru vónbrotnir.
Einki forgjørt var í úrslitinum, tá ið dystargongd og málmøguleikar vera havd í huga. Hjá skálamonnum hevur tað verið stongút higartil í ár, og tað sá út til, at tað eisini fór at verða soleiðis í dag. Soleiðis endaði tað ikki, og nú hava skálamenn vunnið stig í trimum teimum seinastu dystunum. Munurin var, at í dag eydnaðist tað at skora trý mál, meðan tað undanfarnu ferðirnar endaði málleyst.
Marius Kryger Lindh legði gestirnar á odda, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað sera eyðsýndi Simon Jørgensen, sum eftir horna úr vinstru setti bóltin í málið.
Fýra minuttir eftir steðgin og eftir horna úr vinstru var tað miðverjin Daniel Obbekjær, sum legði NSÍ á odda aftur, og tá ið vongverjin í høgru Aleks Freyr Elisson fluktaði, og støðan var 3-1 til getirnar, sá tað út til, at NSÍ fór at styrkja um sína støðu sum topplið.
Men skálamenn vístu sera góðan hugburð. Teir spældu seg til møguleikar, sum teir misnýttu, men tá ið Simon Jørgensen umsetti brotsspark til mál, tevjaðu heimamenninir blóð.
Sum tað leið fram ímóti kappingarloki spenti Skála álopsbogan, og so endaði tað við, at skálamenn við frísparki javnaðu til 3-3.











