##med2##
AB fekk eitt ólavsøkusteyp aftaná brotssparkskapping í dystinum móti ÍF úti í Vika á Argjum í kvøld.
Vanligi dysturin endaði við javnleiki 2-2. Uros Stojanov misbrúkti brotsspark í 82. minutti.
AB – ÍF 2-2 (1-1)
0-1: Uros Stojanov (34.)
1-1: Bjarki C. Nielsen (45.)
1-2: Gundur E. Petersen (49.)
2-2: Tóki á Lofti (58.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum, og tí brenda brotssparkinum hjá Uros Stojanov við støðuna 2-2. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin á Argjum, og hinar dystirnar í kvøld. Teitur heldur, at AB hevði nóg mikið av málmøguleikum at avgera dystin áðrenn ÍF fekk tann størsta møguleikan at koppa sigurin teirra veg, so alt í alt var javnleikur á Argjum á einari leið. Teitur heldur, at KÍ tók eitt stór stig móti at verja sítt FM-heiti við 2-0 útisigrinum móti NSÍ. Hinvegin sær ógvuliga tungt út hjá Skála, meðan EB/Streymur hinvegin aftaná 3-1 sigurin á Skála hevur fingið væl av luft niður til botnliðini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Tóka á Lofti hjá AB og Uros Stojanov hjá ÍF.
##ms##