Tíðindaskriv:
Farna vikuskifti luttók felagið í Danish Open 2026, har føroysku íðkararnir megnaðu at vinna fleiri heiðursmerki í kapping við útlendsk mótstøðu. Helena Gleðisheygg hevði eitt framúr avrik og vann trý gull. Gisleyg Johansen vann tvey silvur og eina bronsu, meðan Christoffur Dam vann eina silvur og bronsu, og Gustavo Costa Dos Santos eina silvur.
Allan David Patursson og Magnus Mohr Rúnason vóru eisini við í kappingini. Teir vunnu fleiri dystir hvør og vístu góðan stríðsvilja, men hóast góð avrik rakk tað hesu ferð ikki til eitt heiðursmerki.
Úrslitini byggja víðari á eina sterka byrjan upp á árið. Longu í mars mánaði vann Vanessa Magana tvey gull á einari danskari ADCC-kapping, sum er ein av fremstu kappingunum innan grappling og No-Gi Brazilian Jiu Jitsu.
Kappingarnar í Danmark draga íðkarar úr fleiri londum, og tí verða tær í dag mettar sum altjóða kappingar. Hetta merkir, at føroysku íðkararnir ikki einans kappast móti donskum mótstøðufólki, men eisini móti sterkum altjóða kappingarneytum, sum ger støði á kappingini hægri.
Høvuðsvenjarin hjá felagnum, Martin Golightly, er sera errin av innsatsinum:
– Vit síggja týðiliga úrslitini av tí arbeiði, sum íðkararnir leggja í venjingina. Tað krevur bæði tol, miðvísan og sterkan vilja at røkka hesum støði, og tað hava tey prógvað, at tey hava.
Eisini formaðurin, Benjamin Deveci, leggur dent á, hvussu serlig hesi úrslitini eru:
– Eg eri sera hugtikin av, hvussu væl felagið hevur klárað seg seinastu tveir mánaðirnar. Vit kappast móti íðkarum, sum ofta hava vant longri og undir meira professionellum umstøðum, men kortini megna okkara at fylgja við og vinna dystir. Hetta vísir, at vit eru á rættari leið, og at framtíðin er bjørt.
Ein ungur felagsskapur við stórum málum
Hvítravnur Brasilskt Jiu Jitsu er ein lutfalsliga nýggjur felagsskapur, sum júst er vorðin tvey ára gamal. Felagið varð stovnað við tí greiða endamálið at gera Brasilskt Jiu Jitsu meira atkomuligt fyri øll í Føroyum, uttan mun til aldur, royndir ella støði.
Í dag bjóðar felagið venjingar til bæði børn og vaksin, frá umleið 5 ára aldri og uppeftir. Dentur verður lagdur á trivnað, felagsskap og ítróttarliga menning.
Hvat er Brasilskt Jiu Jitsu?
Brasilskt Jiu Jitsu (BJJ) er ein stríðsítróttagrein, har dentur verður lagdur á teknikk, strategi og kropsstýring heldur enn reina styrki. Endamálið er at fáa mótstøðumannin í eina støðu, har hann noyðist at geva upp, til dømis við armlásum, fótlásum ella kvørktøkum.
Stórur partur av dystinum fer fram á gólvinum, har íðkararnir arbeiða miðvíst við støðum, lásum og strategi. Ítrótturin er kendur fyri at vera bæði tekniskt krevjandi og at kunna íðkast av fólki á ymiskum støði og við ymiskum fortreytum. Sambært altjóða metingum, millum annað frá International Brazilian Jiu Jitsu Federation, verður Brasilskt Jiu Jitsu roknað sum ein av teimum skjótast vaksandi ítróttargreinunum í heiminum, bæði í mun til tal av íðkarum og luttøku í kappingum.
Við hesum úrslitum staðfestir Hvítravnur BJJ, at føroyskur stríðstítróttur eisini kann gera vart við seg uttan fyri landoddarnar. Felagið arbeiðir nú víðari fram ímóti næstu altjóða avbjóðingunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##






















