Fólkatónleikastevnan er ein sjálvstøðugur, integreraður partur av Summartónum. Fram til Ólavsøkuna eru átta Fólkatónleikastevnu tiltøk á Summartónar skránni, sí mynd niðanfyri.
Á Ólavsøku skipar Summartónar fyri einum Fólkatónleikastevnu-hátíðarhaldi í Reinsaríinum 28. og 29. juli við breiðari skrá báðar dagarnar. Hendan serstaka Ólavsøku skráin verður kunngjørd seinni.
Síggj allar Summartónar konsertir og -kunning á summartonar.fo
|
FÓLKAKIRKJAN Summartónar skráin er sum ikki einaferð imponerandi umfatandi og bjóðar eitt breitt úrval av upprunatónleiki úr mongum tónleikagreinum. 65 bólkar og einstaklingar, sangskrivarar og tónaskøld, sum telja yvir 100 framførandi, spæla ígjøgnum summarið í 30 bygdum kring landið – heilt norður til Fugloy, vestur til Mykines og suður til Øravík. Síggj allar konsertir og kunning á summartonar.fo |












