Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer í dag at umrøða eitt nýtt uppskot frá Iran um at enda kríggið við sínar fremstu trygdarráðgevar.
Tað upplýsir talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt.
Fleiri amerikanskir miðlar skrivaðu fyrr í dag, og vístu á ónevndar keldur, at fundurin fór at vera.
Sambært fjølmiðlum, eitt nú CNN, snýr nýggja uppskotið hjá Iran seg millum annað um at lata Hormuzsundið upp aftur, samstundis sum orðaskiftið um kjarnorkuætlanina hjá Iran verður skumpað longur út í framtíðina.
Leavitt leggur eisini afturat, at forsetin fer at tosa um nýggja uppskotið frá Iran "sera skjótt".
/Ritzau/











