Tað snýr seg um at tora at bjóða seg fram – og tað er galdandi bæði fyri nýútbúgvin ung og fyri arbeiðsgevararnar.?Tað heldur Eva Skeel Nolsøe úr Havn, ið fyrireikar seg at taka um endan á síni útbúgving til cand.merc.psyk á CBS (Copenhagen Business School) í Keypmannahavn. Í tí sambandinum var hon á Jobmatch og hevði samrøðu við Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum um møguleikarnar at gera sína serritgerð í samstarvi við depilin.?
Dirvi skal til ?Eva Skeel Nolsøe hevur áður verið forkvinna og situr nú í nevndini í Samvinnu, sum er felagið hjá føroyingunum, ið lesa á CBS. Felagið telur umleið 140 limir.?- Tað er ongin ivi um, at tørvur er á fólki við vitanartungum útbúgvingum í Føroyum. Trupulleikin er ofta, at bæði tey, ið hava útbúgvingarnar, og arbeiðsplássini, halda seg aftur. Tey fyrru, tí tey síggja onki útboð, og tey seinnu, tí tey halda seg ikki vera nóg stór til at hava tørv á eitt nú akademikarum, sigur hon.?Tað ræður tí um at tora at bjóða seg fram og fáa framt eina hugburðsbroyting, so privatu og almennu arbeiðsplássini her heima fáa eyga á stóra potensjalið, sum fylgir við vælútbúnum starvsfólkum.?- Royndir aðra staðir vísa, at akademikarar og onnur við hægri útbúgvingum skapa arbeiðspláss rundan um seg, so her er nógv at heinta, staðfestir hon.?Men tað er ikki bert ein spurningur um sjálv arbeiðsplássini. Álvarsamar forðingar eru í føroyska samfelagnum, sum fáa nógvar útisetar at aftra seg fyri at flyta heimaftur, vísir Eva Skeel Nolsøe á.?
Verri tilboð?- Føroyingar eru ógvuliga heim- og familjukærir, og tað er helst hin allar fremsta orsøkin til, at føroyingar yvirhøvur flyta heim aftur. Tí um hugt verður at tilboðunum, føroyska samfelagið annars hevur at bjóða, so er tað ikki so lokkandi í mun til í til dømis Danmark. Bústaðarmøguleikar og dagstovnatilboð eru ikki eins umfatandi í Føroyum og í grannalondunum, tó at nógv er hent til tað betra hesa seinastu tíðina, serliga í teimum størstu kommununum, og nýggju verkætlanirnar hjá Bústøðum eru eisini eitt stórt stig framá.?- Men hetta er eitt øki, ið má raðfestast høgt, um vit vilja útisetar at flyta heim. Kommunurnar mugu skapa rúm, har ung og ungar familjur trívast, sigur hon.?Og so eru óstøðugu politisku viðurskiftini í Føroyum ein góð grund hjá nógvum fyri at bíða við at keypa ferðaseðilin heim, heldur Eva Skeel Nolsøe.?- Í Føroyum verða kollveltandi politiskar avgerðir tiknar og framdar í verki næstan frá degi til dags. Skattareformurin og nú pensjónrformurin eru dømi um tað. Eg skilji als ikki, at tað ber til at gera so stórar broytingar upp á so stutta tíð. Tað er ræðandi. Og líka ræðandi er tað at hoyra andstøðuna siga, at tey vilja broyta alt aftur beinanvegin, tá tey fáa valdið.?- Tað er klárt, at man hugsar seg tvær ferðir um, áðrenn man flytir heim, tá viðurskiftini eru soleiðis. Allar fortreytirnar, sum eru galdandi, tá avgerðin verður tikin, kunnu jú verða fullkomiliga broyttar, tá man er komin heim ella stutt eftir, sigur hon.
?Latið ALS upp?Eva Skeel Nolsøe vil eisini hava ALS latið upp fyri nýútbúnum føroyingum og samskipað føroysku og donsku arbeiðsloysisskipanirnar, so tað ber til flyta millum londini í styttri tíðarskeið fyri at søkja arbeiði, uttan at skula skifta bústað og harvið missa rættin til arbeiðsloysistuðul. ?Hon tekur sína egnu familju sum dømi. Maður hennara Árni J. Petersen er stutt síðani liðugur at lesa cand.merc.com á CBS. Sjálv manglar hon eitt ár til serritgerðina. Saman eiga tey tveir dreingir, Gabriel, sum er fimm ár, og Christian, sum er seks mánaðir.?- Vit kundu í prinsippinum flutt heim, tí eg nýtist ikki at vera í Keypmannahavn fyri at skriva serritgerðina, og vónandi sleppi eg at gera hana í samstarvi við Landssjúkrahúsið. Men maðurin hevði ikki fingið eina krónu, meðan hann royndi at fáa arbeiði, so tað ber als ikki til, sigur Eva Skeel Nolsøe.
?Við opnum ørmum?Hon leggur tó dent á, at hon heldur tað vera fínasta slag at vilja arbeiða eina tíð uttanlands fyri at fáa sær vitan og royndir, áðrenn flutt verður heim eftir loknan lestur. ?- Men er tað vegna forðingar av einhvørjum slagi í Føroyum, at ein nýútbúgvin heldur seg aftur við at flyta, so er vandin stórur fyri, at hann ongantíð flytir heim aftur. Tí hevur tað so sera stóran týdning, at dyrnar standa opnar alla tíðina, sigur hon og leggur afturat:?- Vit skulu minnast til, at A-kassarnir í Danmark standa klárir við opnum ørmum og taka ímóti okkum. Tí mugu politikararnir í Føroyum gera upp við seg sjálvar, um teir ynskja okkum heim, og gera teir tað, mugu teir lata dyrnar upp, eisini til ALS.?Eitt argument, sum ofta verður havt á lofti ímóti at loyva heimafturkomnum útisetum upp í ALS, er, at tey ikki hava goldið inn í skipanina, og tí heldur ikki skulu hava rætt at fáa nakað goldið úr henni. Hesum vísir Eva Skeel Nolsøe aftur.?- Argumentið er sera ósolidariskt, og tað er eisini skeivt. Teir allar flestu føroyingarnir, sum eru uttanlands og lesa, hava arbeitt og goldið inn í ALS, áðrenn teir fóru at lesa, og nógvir arbeiða eisini í Føroyum í ferium ella í tíðarskeiðum í farloyvi, slær hon fast.