Frálík pisakanning!

Tað tabu, sum leingi hevur verið um okkara niðursmokkaðu skúlaskipan, er endiliga brotið. Pisakanningin má gerast startskotið til endurreising

Sjúrður Skaale

Í juni 2001, tá eg starvaðist á Fregnum, hoyrdi eg so nógvar søgur um óskil á Læraraskúlanum, at eg setti mær fyri at kanna tað nærri.
Eg tosaði við nógvar næmingar, og tað, teir søgdu, var einki minni enn skelkandi.
Formaðurin, næstformaðurin og skrivarin í Ráði teirra lesandi á skúlanum vóru so djarvir, at teir stóðu fram í blaðnum. Tveir teirra lærdu til pedagog og ein til lærara. Men tað, teir høvdu at siga, var fyri mesta partin tað sama.
Ta yvirskipaðu upplivingina hjá einum næmingi á skúlanum, lýsti ein teirra soleiðis:
Hvørt ár koma nýggir næmingar inn á skúlan. Teir eru fullir av eldhuga. Vilja læra nakað nýtt og eru sinnaðir at arbeiða. Men sum fyrsta árið á skúlanum líður, sovnar tann upprunaligi eldhugin burtur. Alt steðgar upp og køvist. Skúlin, sum skuldi birt upp undir áhugan, køvir hann í staðin.
Og úrslitið gjørdist sambært næminginum hetta:
Tá næmingarnir hava verið nóg leingi á skúlanum, er allur eldhugi burtur hjá mongum. Hugsanin er, at tú bara skalt vera innskrivaður á skúlanum í fýra ár. Tá tey eru farin, fært tú prógv. Og tað er líka mikið, um tú hevur lagt nógv ella lítið arbeiði í tína útbúgving.
Næmingarnir greiddu eisini frá, at tað so at siga ikki var nøkur leiðsla á skúlanum yvirhøvur. Teir fingu eina kenslu av, at eingin hevði ábyrgdina av nøkrum. Og tann kenslan styrktist av, at stjórin ein stóran part av tíðini als ikki var til staðar. Hvørki á skúlanum  ella í landinum...
Í fleiri lærugreinum var støðið júst tað sama sum tað er á miðnámsskúlunum. At ganga á læraraskúlan, søgdu næmingarnir, kendist ofta sum at ganga umaftur í miðnámsskúla. Ja, stundum kendist tað sum at ganga umaftur í fólkaskúla...
Tann lógarkravda skyldan at møta upp til undirvísingina bleiv als ikki vird, og næmingarnir høvdu enntá upplivað, at lærarar, orsaka av vánaligari tilrættislegging, ikki møttu upp til próvtøku.
Næmingarnir fóru so langt at teir í fyrsta lagi kravdu, at leiðslan á skúlanum varð skift út, og í øðrum lagi at myndugleikarnir gjørdu sær greitt, hvat endamálið var við hesum skúla, sum var endaður í reinum kaos.

Heilur flokkur stuðlar
Táverandi rektari á skúlanum hevði onga viðmerking, tá eg legði hetta fram fyri hann. Men tveir dagar seinni sópaði hann í einum lesarabrævið allar ákærur av borðinum, legði ábyrgdina fyri mistrivnaðin á næmingarnar sjálvar, og rættvísgjørdi sín egna leiklut við at vísa til ógvuliga flákrandi hugsanir um pedagogiska filosofi.
Hann skrivaði eisini at tað, sum hevði staðið í Fregnum "fær í hvussu er fólk, ið ikki vita betur, at halda, at øll lesandi á læraraskúlanum standa saman um tað, sum teir siga.
Tað passar ikki".
Hetta arroganta svar fekk rættiliga øði í nógvar næmingar, og tí gjørdi ein heilur flokkur av pedagognæmingum av alment at geva teimum, sum høvdu sett ákærurnar fram, sín fulla stuðul.

Larmandi tøgn
Men eingin annar stuðlaði næmingunum!
Vaksnir næmingar seta ikki so álvarsamar ákærur fram til stuttleika. Hetta var einki minni enn eitt neyðarróp. Men kortini hendi einki. Myndugleikarnir lótu ikki við seg koma, og almennu fjølmiðlarnir tóku ikki málið upp. Nøkur lesarabrøv seinni seyraði neyðarrópið hjá hesum djørvu næmingum niður í tann sandin av hugsjónar- og dirvisloysi, sum okkara almenna skúlaverk hevur staðið á í mong ár.
Tann sandin, sum eisini er fullur av ringu samvitskuni hjá teimum túsundtals føroyingum, sum í mong ár hava vitað hvussu støðan er innan okkara skúlaskipan, og sum hava tosað um tað sínámillum, men sum ikki hava torað at tala eitt orð um tað alment.

Frálík pisakanning
Henda fýra ára gamla søgan er eitt dømi um tað óhugnaliga tabu, sum hevur verið kring alt skúlakjak í Føroyum í mong ár. Sjálvt ikki tá røddirnar vóru so harðar sum her, tordi nakar at svara. Og tíansheldur gera nakað.
Hevði pisakanningin fortalt okkum, at okkara fólkaskúli er vánaligur, men at onkur annar fólkaskúli er verri, hevði hennara lagna helst verið tann sama. Hon hevði verði køvd í undanførslum og tosi um pedagogikk, form, trivnað osv.
Men hetta úrslitið kann ikki burturforklárast. Her er yvirhøvur eingin ivi; den er gruelig gal! Niðurstøðan er so greið, at eingin undanførsla er før fyri at káva útyvir hana.
Tíbetur!
Tí við einum so greiðum úrslitið, er nógv lættari at fara til verka. Øll vita, at vend má koma í. Øll vita eisini, at eitt so vánaligt úrslit ikki kann kastast nøkrum einstøkum parti fyri. Bæði myndugleikar, skúlaleiðslur, læraraskúli, lærarar og  kanska serliga  foreldur, kenna sína skyldu.
Tí eru fortreytirnar nú so góðar sum ongantíð áður at savna fólk um at fáa ta skútuna á rættkjøl, sum hevur tikið sjógv í nógv Harrans ár.
Frálík pisakanning!