Fremad Amager: Takk fyri alt Heini Vatnsdal

Eftir fimm ár og 125 dystir fyri Fremas Amager takkar Heini Vatnsdal fyri seg

Sum In.fo hevur skrivað fyrr, so røkist alt fyri at Heini Vatnsdal verður nýggjur maður í hópinum hjá KÍ undan 27. juli, tá flytingarvindeygað letur aftur. Í dag hevur Heini Vatnsdal sagt farvæl við Framad Amager.

Hann segði fyri einum mánaði síðani í samrøðu in.fo, at hann flytur heim saman við familjuni og ætlar at spæla fótbólt. Nú er tað eisini alment frá Fremas Amager at føroyski landsliðsspælarin ikki heldur fram í felagnum, hóast hann hevur sáttmála.

- Tað er við sorg, at vit mugu boða frá at okkara jarnmaður í verjuni leygardagin spælir sín seinasta dyst fyri Fremad Amager. Eftir at hann hevur fingið familju hevur dreymurin verið at flyta aftur til Føroya. Líka mikið hvussu nógv hetta pínir okkum, so hava vit stóra virðing fyri avgerðini hjá okkara miðverja, ið hevur tænt felagnum so væl, skrivar felagið á Facebook.

In.fo hevur fyri langari tíð síðani gitt, at Heini Vatnsdal endar í KÍ. Alt bendir eisini á, at landsliðsspælarin skal spæla sínar heimadystir við Djúpumýru í Klaksvík komandi tíðina.