Savnsmynd: Franska fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni við bryggju á molanum í Havn

Fronsk fregatt hevur venjing í Gøtu

Í morgun verða gjørdar venjingar við eini franskari Fregatt á havnarlagnum í Norðragøtu

Savnsmynd: Franska fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni við bryggju á molanum í Havn

Hesum boðar franska konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk.

Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu skrivar franska konsulátið soleiðis:

Við hesum verður fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki.

Franska konsulatið í Føroyum

 

 

Savnsmynd: Franska fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni við bryggju á molanum í Havn