Seinastu vikuna hevur málið um tvær flogternur, sum vórðu sagdar úr starvið upp á standandi fót, veruliga vundið upp á seg.
- Málið um tvær flogternur, sum eru sagdar úr starvi hjá Atlantic Airways, er farið fullkomiliga út av kós, eftir at fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum hevur gjørt alt fyri at reingja veruliga avgerðargrundarlagið undir uppsagnunum, skrivar flogfelagið í tíðindaskrivi.
Tær báðar flogternurnar eru ávikavist forkvinna og næstforkvinna í Súluni, fakfelagnum hjá flogternunum, sum liggur undir danska FPU. Júst fakfelagsleikluturin hjá teimum, er tað sum hevur fingið FPU at taka málið upp, somuleiðis sum evropiska fakfelagið fyri flutningsfólk stuðlar víðari tiltøkum hjá FPU, eftir uppsøgnina av tveimum flogternum hjá Atlantsflogi.
Lesið eisini: ETF hartar Atlantsflog
Stjórin í Atlantsflogi afturvísir tó, at talan skal vera um fakfelagsleiklutin hjá teimum, og átalar FPU fyri at manipulera málið í miðlunum.
- Tvørturímóti er Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna okkum í ferð við at taka upp samráðingar við Súluna um nýggjan sáttmála at galda frá 1. november 2019, tá individuellu sáttmálarnir hjá flogternunum ígjøgnum Starvsmannafelagið renna út, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon vil ikki greiða ítøkiliga frá orsøkunum til uppsagnirnar, men hon sigur kortini so mikið, at talan er um óhóskandi og illoyalan atburð, sum Atlantic Airways undir ongum umstøðum kann góðtaka.
- Her er talan um eitt uppsagnarmál á tungtvigandi avgerðargrundarlagi, sum FPU roynir at manipulera til eitt fakfelagsstríð. Tað er ikki álitisvekjandi, tá hugsað verður um, at vit í næstum skulu hava nýggjan sáttmála við Súluna, sum er limur í FPU. Eg skilji ikki hesa framferðina, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.